Helmingurin er framvegis í vanda

B71 ella ÍF skulu spæla í uppflytingarumfari. Tað sær heilt svart út hjá HB, og møguleiki er fyri at Sumba skal spæla fyri at sleppa undan niðurflyting

2. DEILD SAMANUM

Ongantíð áður er tað komið fyri, at ein kapping hevur verið so tøtt og spennandi, sum tann í næstbestu deildini er, nú tað bara restar eitt umfar. Beinleiðis uppflytingin er langt síðani avgjørd. FS Vágar flytir aftur í 1. deild, sum teir fluttu niður úr í fjør. Annars er sera spennandi.
B71 og ÍF skulu leygardagin stríðast fyri at vinna rættin til endaumfar um uppflyting. B36, KÍ og VB, sum ikki kunnu flyta upp, tí tey frammanundan eru umboðað í bestu deildini, eru við í stríðnum um heiðursmerkini. B36 er sloppið undan niðurflytingarhóttanini, og tað er KÍ eisini, tí Sumba og NSÍ, sum bæði eru niðanfyri teir, skulu spæla í síðsta umfarinum.
VB og Sumba kunnu enda í endaumfari um eitt pláss í 2. deild. NSÍ kann flyta beinleiðis niður. Tað skal vilja heilt illa til, um LÍF ikki er sloppið undan niðurflytingini, sjálvt um teir leygardagin á heimavølli taptu ímóti B71.
Tað stendur illa til hjá HB, sum er aftast við átjan stigum. HB skal leygardagin spæla síðsta dystin í Klaksvík. Eingin ivi er í, at KÍ fer at spenna seg út fyri at gera sítt til at vinna heiðursmerkini, og teir hava neyvan nakað ímóti, at teir næstbestu hjá HB flyta eitt stig niður.
Men tað kann eisini hugsast, at HB fer at gera ein orduligan vørr, sum teir gjørdu fyri góðari viku síðani í Sumba. Hvørki hjá KÍ ella HB er manningin hvørja ferð tann sama. Tá klaksvíkingar leygardagin vóru á veg norður aftur úr Vági við stórtapi í viðførinum, styttu teir sær um stundirnar við at telja, hvussu nógv fólk teir høvdu brúkt á næstbesta liðnum í ár, og teir komu til 41 spælarar! HB talið man neyvan vera langt við síðuna av.
Treytirnar hjá HB eru ikki lættar. Umframt at teir skulu vinna í Klaksvík, so skal Sumba vinna á NSÍ. Tann dysturin verður í Sumba.
At LÍF ikki er í so trongum skóm, sum stigatalvan kundi boðað frá, kemst av, at LÍF hevur vunnið báðar dystirnar ímóti HB ? 3?1 íLeirvík og 2?0 í Gundadali. Sumba og HB hava vunnið hvør sín dyst í innanhýsis kappingini.

Spennandi í toppinum
Tað eru B71 og ÍF, sum stríðast fyri at sleppa at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Í B71 halda teir seg ikki vera tunaðar til 1. deildar fótbólt akkurát nú, og tað eru teir í Fuglafirði heldur ikki. Men tá møguleikin at spæla um pláss í bestu deildini dagast í havsbrúnni, so verður sjálvandi tikið av.
Á pappírinum hevur ÍF nógv torførari uppgávu enn B71. Fuglfirðingar fáa vitjan av FS Vágum, sum ivaleyst vil siga farvæl við 2. deild við maner. B71 verður eisini á heimavølli. Teir fáa vitjan av VB, sum hevur staðið seg ógvuliga væl síðani summarsteðgin. Vágbingar hava síðstu ferðirnar næstan sett næstbesta liðið framum 1. deildarliðið, og aftur leygardagin vunnu teir stórt.
Nú hevur VB lítlan møguleika at vinna bronsumerkini. Tað ljóðar, at ætlanin var at fáa styrk upp úr Danmark, um tað fór at standa á. Nú flytir VB ikki beinleiðis niður, men teir ætla framvegis at fáa styrk úr Danmark til Sandoyar ferðina.
B36, sum leingi var næstfremst, eigur heimadyst ímóti LÍF. Tí er rættuliga sannlíkt, at B36 í hvusu so er fer at vinna bronsumerkini.