- Hetta er fyrsta ferðin, at vit selja atgongumerki við núverandi skipan, har fólk eisini ringja inn. Tí fáa vit ikki reiðiliga sammett søluna hesa ferð við aðrar dystir. Men eg fái sagt somikið, at vit eru væl nøgd við áhugan frá áskoðarunum, sigur Ísak Mikladal.
Hóast aðalskrivarin ikki vil staðfesta tað, so er mest sum eingin ivi um, at talan verður um fullsettan Tórsvøll til dystin. Íalt er talan um 6.000 atgongumerki. Partur av hesum eru eyðmerkt til sponsorar og VIP?arar hjá bæði Tórsvølli og FSF, eins og Italia eisini eigur rætt til nøkur atgongumerki. Tað vil við øðrum orðum siga, at úti við helmingurin av tøku atgongumerkjunum vórðu mest sum rivin burtur longu fyrsta dagin.