Helmsdal vs. Nónfjall

Helmsdal: - Vit skapa heimsborgaran

- Okkara fremsta uppgáva er at gera næmingin til ein kvalifiseraðan heimsborgara, sum kann taka eina víðari útbúgving hvar í heiminum, tað skuldi verið, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari

 

Føroya Studentaskúli og HF-Skeið er eitt fjølbroytt skúlatilboð, ið bæði vendir sær til næmingin, sum júst er komin úr fólkaskúlanum, og til tann meira búna og málrættaða næmingin.

- Tað, sum víkir frá hjá okkum í mun til aðrar, er tann almennandi útbúgvingin. At geva almenna vitan í samfelagslig og mentunarlig viðurskifti í breiðum samanhangi, sum ger at næmingurin kann virka sum aktivur borgari í samfelagnum, sigur Mikkjal Helmsdal.

- Meðan hinir miðnámsskúlarnir miðja eftir at geva førleikar innan eitt ávíst vinnuøki, er okkara fremsta uppgáva at gera næmingin til ein upplýstan verðinsborgara, vísir Mikkjal Helmsdal á.

Geva næminginum avbjóðing

Teir næmingar, sum vanliga søkja inn á studentaskúlan, eru serliga kreativir næmingar, næmingar sum hava áhuga innan náttúruvísind og fyri máli. Serliga eru tað eisini nógv, sum hava áhuga í samfelagsfaki, ið velja studentsútbúgvingina.

- Yvirhøvur er tað næmingar, sum halda at vitan er spennandi, og sum halda tað er spennandi at víðka um sín horisont. Tey, sum vilja verða avbjóðaði, fram um nakað annað, eru tey, ið velja at fara í studentaskúla, sigur Mikkjal Helmsdal.

 

Tann aktivi borgarin

Meðan hinir miðnámsskúlarnir miðja eftir at geva førleikar innan eitt ávíst vinnuøki, miðjar studentaskúlin eftir, at næmingurin eftir lokna útbúgving kann virka sum aktivur borgari í samfelagnum.

- Tað er ein almennandi búning, sum næmingurin upplivir í studentaskúlanum. Vit miðja eftir at geva almenna vitan í samfelagslig og mentunarlig viðurskifti í breiddini. Tað, at tú fær innlit í almenna vitan, heimsbókmentir og heimsmentan ger, at tú verður ein kvalifiseraður verðinsborgari, sum kann taka eina víðari útbúgving hvar í heiminum tað skuldi verið, greiðir Mikkjal Helmsdal frá.

 

 

Universitet og yrkisútbúgvingar

Av teimum næmingum, ið leita sær víðari til hægri lesnað eftir miðnámsútbúgving, er meginparturin næmingar við studentsprógvi.

- Eg haldi at tey, sum hava verið á student, serliga leita víðari til hægri lesnað, men eisini ril tað, mann kallar yrkisútbúgvingar, eitt nú sum lærari og sjúkrarøktarfrøðingur, vísir Mikkjal Helmsdal á.

 

Eisini tilboð til búna næmingin

Meðan studentsútbúgvingin tekur trý ár, er HF-Skeiðið eitt tvey-ára tilboð til tann meira búna og tilvitaða næmingin. Serliga er tað til tey, sum eru 18 ár og eldri, ið fara í HF-Skeiðið.

- HF-Skeðið er ein útbúgving, sum vendir sær meira til tey, sum eru eitt sindur búnari, og sum vita hvat tey ætla sær. Nógv av teimum hava eina millumlanga útbúgving í hugnaum, sum eru at fáa í Føroyum. Tað er ikki so typiskt at HF- næmngar leita sær víðari á universitet, men tað hendir seg tó meir enn so. Eisini velja næmingar HF-skeiðið, tí tann útbúgvingin er eitt sindur styttri enn studentsútbúgvingin, sigur Mikkjal Helmsdal.

Sjálvt um HF-skeiðið vendur sær meira til tann búna og tilvitaða næmingin, eru tað eisini tey, sum eru ung og ambitiøs, og sum vilja taka eina útbúgving upp á tvey ár, sum søkja inn á HF-Skeiðið.

- Men tað er vanliga ikki nakað, vit kunnu anbefala teimum ungu at gera, sigur Mikkjal Helmsdal.

 

Livandi og kreativt umhvørvi

Í Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum eru nógvar ymiskar typur av næmingum. Tað setur eisini sín dám á umhvørvið á skúlanum.

- Vit hava eitt øgiliga livandi og kreativt umhvørvi. Tað kemst eisini av, at vit hava eitt øgiliga breitt fakligt útboð, so sum myndlist, tónleik, sjónleik og film, umframt øll tey vanligu fakini. Hetta er við til at seta sín dám á stemningin og atmosferuna á skúlanum, staðfestir Mikkjal Helmsdal.