Helst ein broyting hjá B36

Ein av framrættaðu spælarunum er skaddur til dystin móti AB í kvøld

Í dag klokkan 17.15 verður dystur á Argjum, tá AB og B36 seta hol á 2. umfar í Effo-deildini. Bæði AB og B36 vunnu sínar dystir í fyrsta umfari 2-0. AB vann heldur óvæntað á Víkingi í Gøtu, meðan B36 vann á uppflytarunum av Skála.

 

Sum skilst, so verður B36 uttan annan av málskjúttunum frá dystinum móti Skála. Hanus Thorleifsson hevur trupulleikar við tjúkkunum og byrjar helst ikki inni. Hann skoraði annars fyrsta málið í 2014, tá hann legði B36 á odda 1-0 móti Skála.

 

Í hansara stað kemur Rasmus Dan Sørensen. B36 hevur eisini eitt leikbann, tí Robert Heðin Brockie fekk reytt kort í 1.deild. Hann byrjaði ikki inni móti Skála.

 

B36: (4-2-3-1)

Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Klæmint Matras, Alex Mellemgaard – Símun Joensen, Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Rasmus Dan Sørensen – Adeshina Lawal