Helst somu fiskidagar komandi fiskiár

- Mær kunnugt er tað bara í Føroyum, at tað er tingið, sum ásetir kvotur. Í øllum øðrum londum uttan um okkum er tað ráðharrin sjálvur sum ásetir, hvussu nógv skal fiskast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Fiskidagar

Klokkan 11 í gjár handaði fiskidaganevndin landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum, Jørgeni Niclasen, tilmælið um fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Sosialurin ringdi seint mánakvøldið til Jørgen fyri at fregnast eftir, hvat
nevndin sigur í álitinum, men landsstýrismaðurin segði seg ikki hava sæð
endaliga tilmæli.
- Eg fái ikki álitið fyrr enn klokkan 11 í morgin, og tástaðni veit eg
ítøkiliga, hvat nevndin mælir til, sigur landsstýrismaðurin.
Millum orðini halda vit okkum tó skilja á Jørgeni, at nevndin mælir til sama
fiskidagatal sum í verandi fiskiári.
Sum gongdin hevur verið seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa sær, at
landsstýrismaðurin fer at mæla til óbroytt fiskidagatal fyri komandi fiskiár.
Men hetta fáa vit ikki endaliga at vita fyrr enn ólavsøkudag, tá ið uppskotið um
fiskidagar ætlandi verður lagt fram á Føroya løgtingi.


Kunnu spyrja vinnuna

- Eg haldi, hetta er fyrstu ferð, at fjølmiðlarnir eru bodnir at verða við, tá
ið fiskidaganevndin handar álit um fiskidagar. Hetta verður gjørt við tí í
hyggju, at fjølmiðlarnir kunnu fáa høvi at seta limunum í nevndini spurningar um
álitið, soleiðis at hesin parturin av ráðgevingini eisini verður hoyrdur.
Jørgen vísir á, at fiskifrøðingar duga væl at bera fram síni sjónarmið, men
heldur, at tað haltar viðhvørt við at fáa sjónarmiðini hjá vinnuni fram.
- Hetta er so tað seinna tilmæli til landsstýrismannin um fiskidagar.
Frammanudan hevur Fiskirannsóknarstovan gjørt sítt tilmæli, sum mælir til ein
niðurskurð í dagatalinum uppá eini 25%. Vil politiski myndugleikin ikki fremja
hendan niðurskurð í einum, kann hann fremjast yvir 2-3 ár, heldur
Fiskirannsóknarstovan.
Landsstýrismaðurin vísir á, at seinasta ár snúðu ávaringarnar seg serliga um
hýsuna og upsan, men í tilmælinum hesaferð mælir stovnurin serliga til at ansa
eftir royndini eftir toski.


Nærlestur og uppskot

- Eg fari nú saman við Fiskimálastýrinum at nærlesa hesi bæði tilmælini, og
síðan fer
Fiskimálastýrið at gera eitt tilmæli til mín, soleiðis at uppskot kann orðast um
fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.
Jørgen sigur, at øll uppskot og allar kunngerðir á fiskivinnuøkinum skulu
latast Fiskivinnuráðnum til ummælis, og soleiðis verður eisini við uppskotinum
um fiskidagar.
- Hetta sigur lógin, vísir landsstýrismaðurin á.
Fiskivinnuráðið hevur eina rættiliga breiða umboðan, sum fevnir um vinnuna á
sjógvi og landi, og haraftrat eru fakfeløg umboðað í ráðnum.
Landsstýrismaðurin sigur, at uppskotið um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum
byrjar 1. september, verður lagt fyri tingið ólavsøkudag, og málið er, at tað
skal samtykkjast fyri 18. august. Tá ið løgtingið hevur samtykt fiskidagarnar,
skal lógin kannast, og allir skulu hava fingið síni fiskiloyvi sendandi fyri 1.
september.
- So, eg vóni, at nýggi tingformaðurin vil virka fyri, at lógin ? eins og
undanfarin ár ? verður løgd fram ólavsøkudag, sigur Jørgen.


Bara í Føroyum

Landsstýrismaðurin vísir á, at honum kunnugt, er tað bara í Føroyum, at tað er
tingið, sum ásetir fiskidagar ella kvotur.
- Í øllum øðrum londum uttan um okkum er tað ráðharrin sjálvur, sum ásetir,
hvussu nógv skal fiskast, sigur Jørgen Niclasen.