Síðani BP dró ”svart” á Williamleiðini fyrr í ár hava øll eygu í oljuverðini verið vend móti tí komandi sjeyndu boringini á landgrunninum, nevniliga henni hjá italska oljufelagnum ENI. Brunnurin á Anne Marie leiðini verður boraður í apríl næsta ár. Nú bendir alt á, at enn ein boring verður á føroyska landgrunninum í 2009. Tað er amerikanska oljufelagið Chevron, sum tað skilst frá álítandi keldum í Aberdeen, ið longu er farið at fyrireika at bora ein brunn í loyvi 008, ið liggur upp at markinum. Tað ljóðar, at Chevron so smátt er farið undir at spyrja um tænastuveitingar til sína fyrstu boring í føroyskum øki nakrantíð. Felagið fekk tillutað hetta loyvi í 2. útbjóðing saman við Statoil, Dong og OMV.
Ein høvuðsorsøk til at Chevron saman við partnarum sínum er farið at leggja eina boring til rættis er sera góðu úrslitini av avmarkingarbrunnum á Rosebankfundinum í bretskum øki beint hinumegin markið. Portalurin veit frá góðum keldum, at úrslitini av teimum seinastu avmarkingarbrunnunum á Rosebankkelduni hava verið so mikið góð, at ein útbygging til framleiðslu nú liggur á tekniborðinum.
Hetta er helst eisini orsøkin til, at Chevron ynskir at seta borin í sítt loyvi føroysku megin markið. Tað hevur verið frammi áður, at keldan á Rosebankleiðini kann halda fram inn á føroyskt øki. Kanningar vísa í hvussu er, at talan er um sera meinlík jarðfrøðilig viðurskifti báðumegin markið.
Vanliga tekur upp til eini 3-5 ár at fremja eina útbyggingarætlan, so skuldi Chevron verið so heppið at funnið olju føroysku megin markið eisini, so kunnu vit ímynda okkum, at ein útbyggingarætlan fer av fevna um økini báðumegin markið. Gongst væl skriva vit 2012 til 2015, tá verulig oljuframleiðsla kann gerast veruleiki í hesum økinum. Chevronsamtakið hevur longu skotið nógv av seismikki í føroyska loyvinum 008. So við teimum góðu úrslitunum í grannalagnum, Rosebank, kundi mangt bent á, at felagið er meira ella minni til reiðar at fara undir at fyrireika boring í næsta ár, soleiðis at hon kann gerast ein náttúrligur liður í allari menningini kring Rosebank og Súluna, sum er prospektið føroysku megin markið.
Rúni M. Hansen, stjóri í StatoilHydro í Føroyum sigur, at sannlíkið fyri, at Chevronsamtakið, har StatoilHydro eigur 30%, fer at bora er rættiliga stórt. Men enn er endalig avgerð ikki tikin.