Helst verkfall í Spania

Tað er alt sum bendir á, at spanska fótbóltskappingin ikki byrjar um vikuskiftið sum annars ætlað. Orsøkin er, at leikarafelagið vil hava settan á stovn ein grunn, ið skal virka sum ein trygd fyri, at leikarar fáa løn, um feløg teirra fara av knóranum ella í gjaldssteðg.

 

Ein fundur millum leikarafelagið og kappingarnevndina endaði í gjár úrslitaleysur.

 

Forsetin fyri kappingini, Jose Luis Astiazaran, sigur við BBC, at hóast stór framstig seinastu tíðina, so verður ógjørligt at sleppa undan einum verkfalli.

 

Besta deildin skal annars byrja komandi vikuskiftið.

 

Hercules – nú í næstbestu deildini – hevur trupulleikar at rinda lønina seinastu tíðina til nakrar leikarar, og Real Zaragoza hevur søkt um at verða sett undir umsiting.

 

AFE (spanska leikarafelagið) sigur, at feløg skylda løn til 200 leikarar, og talan er um tilsamans meiri enn 400 milliónir krónur.

 

Luis Gil, umboðsmaður fyri leikarafelagið, sigur, at kappingarnevndin ongar ætlanir hevur um at gera nakað við hetta málið, men at leikarafelagið í løtuni ikki hevur ætlanir um at leingja verkfallið út um tey bæði fyrstu umførini, soleiðis sum fráboðað, skrivar BBC Sports.

 

So alt bendir á, at hvørki Barcelona ella hini liðini í teimum báðum bestu sponsku deildunum verða at síggja um vikuskiftið.