Helt ikki treytaleysu víkiskylduna

- Her var eingin fólkaskaði, men nakað var av materiellum skaða, sigur løgreglan.

 

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í tronganum á Hvítanesvegnum í Hoyvík.

 

- Óhappið hendi, tá ein bilurin, sum koyrdi norður eftir, varð árendur av bili, sum kom út frá Garðavegi í Hoydølum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførarin, sum kom út av Garðavegi, helt ikki treytaleysu víkiskylduna.

 

- Her var eingin fólkaskaði, men nakað var av materiellum skaða, visti løgreglan at siga í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at hendingin fór fram stutt áðrenn, at Mannbrekka fer niðan úr Hvítanesvegnum.

 

Tá tú ikki yvirheldur treytaleysu víkiskylduna, og ferðsluóhapp stendst av hesum, noyðist tú upp til nýggja koyriroynd.