Helviti á jørð

Tey, sum hildu helviti vera undir jørð fóru skeiv. Í hesum døgum hevur illimaður bygt sær býli í Haiti, har skríggini frá teimum livandi hoyrast fram um neyðarrópini úr húsaleivdunum og bønirnar um hjálp frá Harranum og umheiminum

Í gøtunum liggja røðir av deyðum. Kvinnum, monnum og børnum. Millum tey deyðu og øgiliga deyðaroykin liggja smá børn og sova. Tey hava ballað seg hjá deyðu næstringunum. Tí hvar skulu tey fara?

Altjóða tíðindastovurnar siga frá hjartanemandi frásøgnum frá hjálparfólkum, sum streyma til vanlukkurakta høvuðsstaðin í Haiti í hesum tímum.

Eitt nú tíðindafólki frá norska blaðnum VG, sum meta, at hvør einasti borgari eigur onkran kæran undir húsaleivdunum. Eisini verður metta, at í hvørjum húski eru millum fimm og seks fólk deyð. Og í gøtunum mala avvarðandi runt uttan mál ella mið. Tí hvar skulu tey fara?

Útlúgvað hjálparfólk leita desperat við berum hondum í húsatoftunum. Fyri hvønn tíma sum gongur fánar vónin um at finna fólk á lívi.

Hetta í einum landi, sum hevur verið um at hokna undan av neyð og armóð í mannaminni. Av borgarakríggi, harðrendum einaræði, fátækt og hungur, analfabetismu og AIDS.