Helvtin av skattinum er til onga nyttu

Sambært Tjóðveldi, fær tað ongan týdning fyri landskassan, um skatturin lækkar við 50 prosentum.

Hetta ljóðar sum skemt, og tað er eisini skemt. Annita á Fríðriksmørk endurtekur í eini blaðgrein, at blokkstuðulin er bara 5 prosent av føroyska búskapinum. Tað heldur hon vera sera lítið, tí har eru sum kunnugt heili 95 onnur prosent at taka av.

Men fyri at skera tað út í papp, so er ”búskapurin” ikki tað sama sum ”landskassin”. Búskapurin (bruttotjóðarúrtøkan) er øll inntøkan hjá samfelagnum. Hvør króna, sum verður goldin fyri okkara framleiðslu, telur við, men tað er so grúvuliga langt ífrá, at allar hesar krónurnar enda í landskassanum.

Inntøkurnar hjá landskassanum eru bara ein triðingur av bruttotjóðarúrtøkuni. Taka vit so ein einstakan part av inntøkunum og rokna hann sum prosent av øllum búskapinum, so verður talið sjálvandi ógvuliga lítið. Og júst hesum ger Tjóðveldi sær dælt av, tá tey skulu greiða frá sínum politikki.

Allar krónur telja líka nógv
Tá Annita á Fríðriksmørk, í 1998, bleiv politikari og byrjaði at tosa um, hvussu óneyðugur blokkstuðulin var, tá var blokkstuðulin næstan líka stórur sum skattainntøkurnar hjá landskassanum. Hvussu heldur Annita at tað hevði ljóðað, um hon til dømis tá hevði sagt, at nú skuldu føroyingar gevast við at gjalda skatt, tí landskassin hevði ikki brúk fyri pengunum (teir vóru jú bara nøkur fá prosent av samlaða búskapinum)? Sjálvandi segði hon ikki tað, hóast hon bæði tá og nú sigur nakað tað sama um blokkin.

Og eitt afturat: Flestu pengarnir, sum ikki verða kravdir inn í skatti, verða vanliga brúktir í føroyska samfelagnum, og tí koma teir (bara nakað seinkaðir) í landskassan millum annað sum meirvirðisgjald. Men pengar, sum landskassin missir, tá blokkstuðulin lækkar, koma als ikki inn í føroyska samfelagið og heldur ikki í landskassan.

So tá summi siga, at landskassin ikki hevur brúk fyri blokkstuðlinum, so er tað líka ørt sum at siga, at helvtin av øllum skattinum, sum føroyingar gjalda til landskassan, er til onga nyttu.