Tvøroyrar Býráð hevur samtykt fíggjarlógina fyri komandi ár.
Men ikki kann sigast, at fíggjarliga støðan loyvir býráðnum at gera tær heilt stóru skreytirnar.
Skattaprosentið verður eisini 23% komandi ár, kirkjuskatturin verður 0,25 % og barnafrádrátturin tann sami, 2.500 krónur.
Kommunan fer at fáa 33,7 miljónir inn í kommunuskatti. Men táið barnadrádráttur o.a. er drigið frá, verður 30,7 miljónir eftir hjá kommuni at arbeiða við.
Tað er ein lítil miljón meiri enn í fjør.
Eftir fíggjarætlanini komandi ár, skal kommunan betala góðar 16 mió. í rentum og avdráttum og sjálvur raksturin fer eisini at kosta góðar 16 mió - tilsamans 32,2 miljónir
Tað vil siga, at rentur og avdráttir fara við helvtini av pengunum.
Fíggjarlógin fer sostatt at geva 2,5 miljónir í halli Í 1996 var hallið tvær mió. størri, so talan er um ein bati, hóast tað er ein dropi í havinum.
Skuldin er 160 miljónir, tað er yvir fimm álíkningar.
Á býráðsfundinum mánakvøldið lótu býráðslimir vita, at teir vóru ikki heilt tryggir við inntøkurnar komandi ár.
Teir fýltist á, at Landsstýrið, uttan at spyrja nakran eftir, javnan tóku politisk stig, sum kostaðu kommununum pengar. Víst varð t.d. á, at gjaldið hjá kommununum fyri barnaansing er hækkað 5%, og nú varð stúrt fyri, hvat skattalættin til sjómenn fór at kosta.
Komandi ár skal býráðið brúka eina góða miljón til viðlíkahald á havnir, vegir fara við tveimum miljónum, m.a skal asfalterast fyri 880.000 kr., nýggjar kloakkir og umvælingar kosta 250.000. Nýgerð og umvæling av vatnveiting kostar 400.000. Og tey trý feløgini, TB, kappróðrarfelagið og Snaran fáa 200.000 at býta Annars fer nógv tað mesta lógarfestar útreiðslur til skúlar, sosialmál og heilsumál.