Helvtin hevur onga útbúgving

ALS Næstan helvtin av teimum arbeiðsleysu hevur onga útbúgving

Fólk, sum hava útbúgving, eru líka hart rakt av arbeiðsloysi sum tey, ið onga útbúgving hevur.
Tað vísir ein uppgerð hjá ALS.
Hetta stendur annars í skerandi andsøgn til tað vanligu fatanina.
Vit hava nevniliga leingi fingið upplýst, at 80% av teimum arbeiðsleysu eru fólk við ongari útbúgving.
Men nú er ALS komið eftir, at tað hesin parturin av hagtølunum hevur ikki verið rættur.
Nýggjasta, og eftirfarandi uppgerðin, vísir, at veruliga støðan er tann, at 623 arbeiðsleys, ella 48% av teimum arbeiðsleysu, hava onga útbúgving, og at 684 arbeiðsleys, ella 52%, hava útbúgving.
Í so máta má so bara staðfestast, at hvat arbeiðsloysi umræður, er ikki so vist, at útbúgving er nakar fyrimunur
Samstundis vísir uppgerðin, at tað er lítil og ongin munur er á, hvussu leingi tey við útbúgving og tey við ongari útbúgving, eru arbeiðsleys.
Men kortini heldur Ernst Jacobsen, at tað lættari hjá fólki at fáa arbeiði, tí tey hava størri úrval at velja ímillum enn tey, sum onga útbúgving hava.
Tey, sum koma skjótast í arbeiði, er tey, sum lítla og onga útbúgving hava, men tey, sum hava tær bestu útbúgvingarnar, kandidátar av lærum háskúlum, eru tey, sum eru arbeiðsleys longst.
Av teimum, sum hava útbúgving, eru tey flestu arbeiðsleysu, fólk við miðnámsútbúgvingum, tey eru 44% og 30% hava yrkisútbúgvingar.
Hetta eru helst eisini størstu bólkarnir av fólki.
Men so eru tað heili 18% av teimum arbeiðsleysu, sum hava miðallangar útbúgvingar og 8% hava hægri útbúgving.
Verður hugt eftir hægri útbúgvingum, gongst mest strilti hjá cand scient, cand merc og arkitektum at fáa arbeiði og hjá teimum við miðallongum útbúgvingum eru tað fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru harðast raktur av arbeiðsloysi.
Og hjá teimum við styttri hægri útbúgvingum, eru tað merkonomar, laborantar, akademiøkonomar og fiskivinnutøkningar, sum hava ringast við at fáa arbeiði.
Men hjá teimum við yrkisútbúgvingum, eru tað serliga fólk við skrivstovuútbúgving í byggivinnuni og í matstovuyrkinum, sum eru ringast fyri.

Bara fólkaskúlan
Verður hinvegin hugsað um tey ungu er tað meiri enn helvtin av teimum arbeiðsleysu, sum bara hava fólkaskúlan, men næstan ein triðingur hevur miðnámsútbúgving og 9% hava miðallangar hægri útbúgvingar ella yrkisútbúgving.