Bygging
Dagstovnurin í Søldarfirði, sum Runavíkar kommuna letur byggja, stendur reistur í morgun. Fløggini eru vundin á stong, og hetta sær hugaligt út í tíðum sum hesum, nú byggivirksemi annars er minkandi.
Tað er Búsetur, sum stendur fyri arbeiðnum í Søldarfirði, har Hallur Hansen er arbeiðsformaður og Oluf í Toft er byggifrøðingur.
Bygningurin í Søldarfirði er at kalla eins við dagstovnin, sum Runavíkar kommuna eisini letur byggja á Skála.
Tað er eisini Búsetur, sum stendur fyri verkætlanini á Skála, ið er komin nakað longri enn verkætlanin í Søldarfirði.
Tíðarætlan heldur
Hallur Hansen sigur, at bæði arbeiðini ganga væl, og at tíðarætlanin í báðum verkætlanum heldur. Dagstovnurin á Skála verður tikin í nýtslu í oktober/ november, og stovnurin í Søldarfirði við ársenda.
Runavíkar kommuna hevur syrgt fyri, at lendið, har stovnarnir verða bygdir, er planerað.
Tað eru átta mans hjá Búsetur, sum taka sær av hesum báðum arbeiðum, og byggifyritøkan hevur somu undirveitarar í báðum støðum.
Hallur Hansen sigur, at Sp/f Stoyp í Gøtu hevur gjørt betongarbeiði, og hetta hevur eydnast fyrimyndarliga.
Aðrir undirveitarar eru Zacharias Leitistein (hvs), Leif Mohr (el), og Ingolf Hansen stendur fyri múraraarbeiðnum, sum eitt nú fevnir um flísalegging og gólvpussing.
- Enn er ikki gjørt av, hvør kemur at taka sær av málaraarbeiðnum og gólválegging. Hesi arbeiði fara vit at bjóða út, sigur hann.
Arbeiðsformaðurin sigur, at so hvørt, sum ein arbeiðstøka er liðug í dagstovninum á Skála, sum annars varð reistur í januar, verður arbeitt víðari í Søldarfirði.
- Stovnarnir eru 750 fermetrar til støddar, og tá báðir standa lidnir, verður pláss fyri 60 børnum á Skála og øðrum 60 børnum í Søldarfirði, bæði í vøggustovu og barnagarði.
Hallur Hansen sigur, at Búsetur hevur gjørt projektini og hevur tillagað tey eftir ynskjum hjá Runavíkar kommunu.
Spara 5-6 miljónir
Vegna tíðirnar, sum eru, har óvissa er um fíggjarvánir, hevur Runavíkar kommuna gjørt av fyribils at innrætta helmingin av báðum stovnunum, soleiðis at pláss verður fyri 30 børnum í hvørjum staði – og ikki 60, sum verkætlanin annars leggur up til.
Vit spurdu Hall Hansen, hvussu stór fyribils sparingin hjá kommununi er við tað, at báðir stovnarnir ikki verða gjørdir lidnir í einum.
- Eg vænti, at sparingin verður einar 5-6 miljónir krónur. Í sáttmálanum hava vit tryggjað okkum, at tað verður Búsetur, sum kemur at gera stovnarnar lidnar, tá tann tíðin kemur, sigur hann.
Arbeiðsformaðurin væntar, at arbeiðini verða tikin uppaftur í 2010, tá útlit eru til, at fíggjarvánirnar verða betri.
Byggitíðin á Skála og Søldarfirði er sett til 18 mánaðir, og kostnaðurin av verkætlanunum liggur um 20 miljónir krónur.
40 fólk í arbeiði
Byggifyritøkan Búsetur hevur 40 fólk í arbeiði, og felagið hevur seinastu árini bygt fleiri stovnar kring landið. Eitt nú eru dagstovnurin á Hamrinum á Argjum og dagstovnurin á Velbastað projekteraðir og bygdir av Búsetur.
- Seinastu árini hava vit eisini bygt røktarheim, skúlar, fjós, sethús, og vit hava staðið fyri totalrenoveringum av fleiri stórum bygningum kring landið, sigur Hallur Hansen, arbeiðsformaður.