Í skrivinum frá landslæknanum sæst eisini, at av teimum 66 fólkunum, ið doyðu av ferðsluvanlukkum í tíðarskeiðnum 01.01.1986 - 31.12.2003, vóru tað:
? 9, ið við vissu nýttu trygdarbelti ella hjálm.
?44, ið við vissu ikki nýttu trygdarbelti ella hjálm.
?13 deyðsvanlukkur vóru, har ikki varð upplýst hvørt offrini nýttu seðla ella hjálm.
Høgni Debes Joensen, landslækni, metur, at av teimum 44, ið við vissu ikki nýttu bilbelti, kundi umleið helvtin verið bjargað, um tey høvdu sitið í trygdarseðla. Hesi 12 árini, kundi beltið og hjálmurin við øðrum orðum havt bjargað uml. 22 fólkum, sum nærum øll vóru ungfólk, frá ferðsludeyðanum. Høvdu tey bara havt spent seg føst, høvdu tey allarhelst ikki doyð á føroysku vegunum.
Tað finnast bert tøl yvir tær ferðsluvanlukkur, har fólk eru deyð. Men umframt tey deyðu, mugu vit eisini hava í huga øll tey, ið hava fingið mein av ferðsluvanlukkum. Eingi nágreinilig hagtøl eru yvir ferðsluvanlukkur, har fólk "einans" verða skadd. Høgni Debes Joensen, landslækni hevur tó ein útrokningarhátt:
Fyri hvørt fólk sum doyr, eru eini 25, ið fáa skaða. Av hesum 25, sum fáa skaða, eru 10%, ið fáa álvarsamt mein.
Taka við omanfyrinevndu tøl, síggja vit sostatt, at fyri tey 66, ið eru deyð seinastu 17 árini, eru tað ikki færri enn 1650 fólk, ið eru komin til skaða í ferðsluni. Av teimum eru 165, sum eru álvarsliga skadd.
Hetta eru ræðandi tøl, og landslæknin vil tí staðfesta, hvussu týdningarmikið tað er at upplýsa og minna fólk á, altíð at nýta bilbeltið. Hann vil heita á bæði bilførarar og bilpassagerar, um at minnast til altíð at nýta trygdarseðlan. Bæði á styttri og longri túrum.