Hemarar skulu svimja í einum kari í Havn

Í komandi mánað verður fyrsti hemarin sleptur í karið

Sjósavnið arbeiðir í løtuni við at gera eitt stórt kar, sum livandi hemarar skulu svimja í. Fyrsti hemarin kemur longu í næsta mánað, og hann fer so at svimja í 650 tonsum av sjógvi.

 

Tað er David Geyti, sonur Bjørka Geyti, leiðara á Sjósavninum, sum eigur hugskotið at gera stóra karið til hemarar.

 

– Karið er eitt frumsnið, og verður eitt umbygt og útbygt Føroya Sjósavn til veruleika, er ætlanin, at eitt líknandi kar verður í savninum.

 

Hetta verður samstundis fyrstu ferð – og sambært kommununi einasta stað í heiminum – at hemari svimur í einum kari á landi.

 

Á myndini niðan fyri sæst karið, sum er gjørt av bingjum, ið eru settar saman til ein runding uttan fyri Sjósavnið. Gólvmálið í karinum er 314 fermetrar.

 

Í løtuni verður ein glasrútur settur í seinastu bingjuna. Og tá ið hon er sett uppá pláss, verður ein dúkur sveisaður innaní.

 

##med2##

 

Tað eru ikki øll, sum halda hetta vera eitt gott hugskot. Á viðmerkingum á Facebook undrast fleiri á, hví tað skal vera neyðugt at sýna hemarar fram í einum kari sum undirhald, tí tey halda, at hemarar hoyra til á sjónum.