- Møðgur við trimum og tveimum lombum.
Soleiðis skrivar ein kvinna, sum býr á Sandi og sum hevur lænt okkum hesa myndina.
- Eldra ærin hevði tvey lomb sum gemlingur. Síðan hevur hon havt trý lomb á hvørjum ári.
Kvinnan sigur, at hesar báðar ærnar eru so modernaðar, at í fjør passaðu tær lombini í felag.
Tað er ikki óvanligt, at ær kemur við trimum lombum - og hjá hesari ærini er tað púra vanligt.
Eldra ærin, sum hevur trý lomb á hvørjum ári, er ærin høgrumegin á myndini.
Í Skálavík er eisini ein trílemba, og hesa eigur Bogi T. Hentze. Hetta er ærin á myndini her niðanfyri.
##med2##