Myndirnar av ræðsluslignu kvinnuni vísa, hvussu eitt kríggj kann raka, og hvørjar avleiðingarnar í einum slíkum kríggi kunnu vera.
Kvinnan, sum situr við baðikarið á myndini, er eyðmerkt at vera 23 ára gamla, Anastasia Shvets.
Stutt eftir, at hon hevði etið eina máltíð saman við foreldrum sínum og síðan var farin at leggja seg, rakti rakettin.
Anastasia Shvets hevur skrivað nakrar reglur um ógvusligu hendingina á sínum Instagram-vanga.
- Eg havi eingi orð, og eg føli bara eitt stórt tómrúm innan í mær, skrivar hin 23 ára gamla, meðan hon liggur á sjúkrahúsi.
Bretska ávísin, The Telegraph, endurgevur úr dagføringini hjá Anastasiu Shvets á Instagram.
Tað var leygardagin klokkan 15.40, at krússararakettin rakti íbúðarbygningin í Dnipro.
Eftir at rakettin rakti, kom ógvusligi bresturin. Luftin fyltist við tjúkkum royki, eldi og vónleysum skríggjum úr leivdunum.
1700 fólk búðu í íbúðarbygninginum, og her fóru 72 íbúðir í knús.
Millum íbúðirnar, sum vórðu oyðilagdar í álopinum, var íbúðin hjá foreldrunum hjá Anastasiu Shvets.
- Eg veit ikki, hvar míni foreldur eru, sigur hon sambært The Telegraph.
Hon leggur aftrat, at tey høvdu etið. Pápin hevði sitið og skemta, og tey høvdu tikið myndir av hundahvølpunum saman við mammu hennara.
Í morgun váttaðu ukrainsku myndugleikarnir, at foreldrini hjá Anastasiu Shvets eru funnin deyð í leivdunum av íbúðarbygninginum.
Sjálv var hin 23 ára gamla farin at leggja seg, tá rakettin rakti, tí hon skuldi til arbeiðis um kvøldið, og hetta kann hava bjargað lívinum á ungu kvinnuni.
##med2##