Tað, sum fór fram í Tórshavnar Býráð beint fyri jól, var heilt eftir bókini. Tað er niðurstøðan hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í kommunumálum.
Stutt fyri jól bað Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, um farloyvi frá býráðnum, men longu eina viku seinni, møtti hon aftur á fundi.
Býráðslimirnir fyri javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, mótmæltu hesum harðliga, tí teir søgdu, at tað er gamalt í Tórshavnar Býráð, at fer býráðslimur í farloyvi, skal hann vera burtur mist 14 dagar.
Hendan mannagongdin hevur verið galdandi í eini 50 ár og hetta er fyri at forða fyri, at býráðslimir valsa inn og út úr býráðnum sum teimum lystir - kanska fyri at sleppa undan at taka støðu til mál, sum teir halda eru keðilig.
Hetta elvdi til rættiligt rok í býráðnum og tað seinasta, sum hendi, var, at Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, legði málið fyri ovasta myndugleika, nevniliga landsstýrismannin í kommunumálum.
Hann sigur, at skal tað nú bera til at taka sæti í býráðnum aftur, áðrenn tvær vikur eru farnar, er hetta ein kúvending, sum er eitt álvarsmál og tað eigur at verða viðgjørd og greinað út í æsir.
Les eisini: Hetta er ein kúvending sum er eitt álvarsmál
Men hetta verður ein kamelur sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í býráðnum noyðast at svølgja, tí eftir svarinum frá Helgi Abrahamsen er greitt, at tað er Tórshavnar býráð sum hevur brúkt skeiva mannagongd hesi seinastu 50 árini.
Landsstýrismaðurin sigur, at í kommunulógini er einki, sum eitur at kommunustýrislimur fer í farloyvi.
Tó kemur tað fyri, at kommunustýrislimur ikki fær røkt starvið sum kommunustýrislimur, og í slíkum førum eru reglur um, nær ein tiltakslimur tekur sæti í kommunustýrinum.
Les eisini: Rok í Tórshavnar Býráð
Eftir kommunustýrislógini er tað í ávísum førum, at tiltakslimur SKAL kallast inn, men í øðrum førum KANN tiltakslimur verða kallaður inn.
Fær ein kommunustýrislimur ikki røkt starvið í meira enn 14 dagar, SKAL tiltakslimur kallast inn.
Er fráveran styttri enn 14 dagar, KANN tiltakslimur verða kallaður inn. Men er fráveran vegna sjúku, og hinir kommunustýrislimirnir á sama lista krevja tað, SKAL tiltakslimur kallast inn.
Tá ið fíggjarætlanin er til aðru viðgerð, kunnu hinir kommunustýrislimirnir á listanum eisini krevja, at tiltakslimur fær fundarboð, sama hvør orsøkin til forfallið er.
Eisini tá ið talan er um fyrsta fundin hjá einum nývaldum kommunustýri, har borgarstjóri skal veljast, og har kommunustýrið annars skipar seg, SKAL tiltakslimur boðsendast, tá ið ein fastur kommunustýrislimur hevur forfall.
Helgi Abrhamsen sigur, at annars er tað kommunustýrið, sum ger av, um treytirnar fyri at innkalla tiltakslim eru loknar.
Niðurstøðan í svarinum frá landsstýrismanninum er, at kommunustýrislimur kann altíð møta aftur á fundi, hóast fráveran er styttri enn 14 dagar. Tað merkir, at tá ið ein kommunustýrislimur aftur er førur fyri at røkja starvið, fer tiltakslimur úr aftur býráðnum.
Ein orsøk til hesa regluna er, at tey, sum eru vald í eitt kommunustýri, eru fólkavald og hava tískil rætt at sita í kommunustýrinum framum tiltakslimir,
– Tað er einki krav í lógini um at ein tiltakslimur skal sita í kommunustýrinum í minsta lagi 14 dagar, sigur Helgi Abrahamsen.