Eivør byrjaði februar í Abu Dhabi, men hevur síðan tá havt ein hendingaríkan mánað, afturkomin til íslands frá ferðini í Abu Dhabi, hevði sjónleikurin SAD - Infected with Darkness, frumframførslu í Safnahúsið á Seltjarnarnesi fríggjadagin 6. februar. Hetta er leikur, ið Eivør hevur skrivað tónleikin til og sum snýr seg um tunglyndi.
Stórsligið kykmyndalag
Fríggjadagin, júst eina viku eftir, at leikurin hevði frumframførslu, so fekk kykmyndalagið hjá Eivør “Rain” frumframførslu. Samstarvið millum Eivør og Heiðrik á Heygum, ið vakti nógvan ans við kykmyndalagnum og seini eisini stuttfilmininum “True Love“ heldur fram á “Rain”
Júst sum í “True Love” er talan um eina dramatiska søgu, ið verður lýst til tónleikin, hesaferð er tað tó Eivør sjálv, ið spælir høvuðsleiklutin, har EIvør í “True Love” spældi ein lítlan hjáleiklut. Kykmyndalagið er stórsligið og gongur fyri seg í einari farnari tíð, har Eivør sigur farvæl við sín elskaða, ið fer avstað við eini slupp.
Konsertir í Íslandi
Í somu viku, spældi og sang Eivør í útvarpssendingini Poppland á íslendsku Rás 2, harumframt spældi hon konsertir á Gauknum í Reykjavík og tvær útseldar konsertir í Bæjarbíói í Hafnarfirði.
Størsta framførlsan var tó í nýggja mentanarhúsinum Hofi á Akureyri har Sinfóníuhljómsveit Norðurlands, saman við Eivørsa bólki framførdi løg hjá Eivør útsett til orkestur av Tróndi Bogasyni. talan var um løg av fløguni “Room” umframt onnur útvald løg. Konsertin var serstakliga væleydna og verður nú endurtikin í Norðurlandahúsinum sunnudagin, har Aldubáran framførir verkið saman við Eivør og bólki.
Umframt alt hetta virksemið hevur Eivør latið egnan nethandil upp á heimasíðu sínari eivor.com.
Fyri framman liggur eitt hendingaríkt ár, har Eivør m.a. ætlar at arbeiða við einari nýggjári útgávu, eins og útgávan við Ginmann og Eivør After Dark verður givin út.