Hendingarík vika í Sandoyar prestagjaldi

Nógv verður gjørt burtur úr gudstænastunum í Sandoynni komandi dagarnar.

Nógv verður gjørt burtur úr gudstænastunum í Sandoynni komandi dagarnar. Kristi himmalferðardag verður skipað fyri felags gudstænastu fyri alla oynna í Høllini inni í Dal. Harmonikuvinir spæla undir til sálmasangin. Ikki er neyðugt at hava sálmabók við, tí sálmatekstir verða vístir á stórskýggja. Sandoyar mannskór og barnakór av Sandi fara eisini at syngja.  Tiltakið er í sambandi við, at B71 skipar fyri fótbóltsmarathon í døgunum 13. - 14. mai.

Vegna felagsguðstænastuna er eingin guðstænasta í kirkjunum í oynni.

Klokkan 16 er aftur møguligt at hoyra  Harmonikuvinir og Sandoyar manskór. Hesaferð til "syngið við" tiltak í Skopunar kirkju.

 

Leygardagin vitjar Klaus Højgaard Laursen í Skopunar kirkju. Hann er kendur fyri at kunna endurgeva stórar partar av Bíbliuni uttanat. Hann livir seg inn í tekstin, soleiðis at teksturin gerst livandi fyri áhoyrarunum. Klaus fer at siga frá lívi Dávid kongs, og endurgeva fleiri av sálmum hansara í Bíbliuni. Vit fara eisini at hoyra hann siga partar av Evangelii Markusar uttanat. Í steðginum verður høvi til ein drekkamunn í forkirkjuni.

Sunnudagin vitjar og prædikar Jógvan Fríðriksson, biskupur í Húsavíkar kirkju. Havstein Klein, prestur, prædikar í Sands kirkju, meðan lestur verðir í honum kirkjunum í prestagjaldinum.