Fish Fair
Stívliga 7.000 fólk vitjaðu North Atlantic Fish Fair stevnuna, sum varð hildin í Runavíkar-økinum fyri tveimum árum síðan. Nú stevnan verður fyriskipað á øðrum sinni, eru framsýnararnir fleiri enn áður, og framsýningarøkið er eisini størri. Tí kann væntast, at rættiliga nógv fólk verða at síggja á havnalagnum og á gøtuni í Runavíkar kommunu hesar dagarnar, stevnan varar.
Aktivt vinnulív
Onkur spyr kanska, hví stevnan ikki er í Havn.
- Tað er eingin, sum sigur, at úrslitið hevði verið betur enn tað sama. Royndir úr eitt nú Danmark vísa, at fiskivinnustevnur í Keypmannahavn hava ikki fingið so góða undirtøku, sum í Ålborg, siga stigtakararnir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen.
Á Skálafjørðinum er aktivt vinnulív og nógv sjóvinna. Her eru landingarmiðstøðir, fiskavirkir, ídnaðarvirkir, reiðaravirkir, stovnar og eitt ríkt handilslív.
Náttúrligt val
Stigtakararnir, sum báðir búgva í Runavíkar kommunu, halda, at havnalagið í Saltangará er vælegnað til eitt slíkt tiltak, sum at kalla burtur av snýr seg um vinnuna.
- Vit halda, at Runavíkar-økið er eitt náttúrligt val. Saman við Norrønu, sum hotell-skipi, kunnu karmarnir um North Atlantic Fish Fair neyvan vera betur, halda teir báðir.