- Hendir einki liggur flotin lamin 1. januar

Løgmaður vil ikki tosa um deadline, men 1. januar er eitt skeringspunkt, sum eingin sleppur undan.

Samgongan er undir trýsti, nú klokkan gongur og jólini eru beint um horni. Tí ósemjan í Javnaðarflokkinum ger, at tað er óvist, um Føroyar fáa nakra nýggja fiskivinnunýskipan. Meðan løgmaður í dag ikki vil tosa um nakað endaligt evsta mark fyri, nær tað skal røkka ella støkka, so má hann tó fyrihalda seg til veruleikan 1. januar 2018.

 

 

Les eisini: - Eitt nýval kann verða neyðugt

 

 

 

- Tað bøtur ikki um arbeiðstrýsti at tosa um endaligt deadline, men vit eru øll vitandi um, at tann 31. desember er eitt skeringspunkt. Tað er 15. november í dag, so tíðin hjá okkum er ikki góð. Men vit mugu brúka tað tíðina sum er neyðug fyri at vita, um vit fáa uppskotið ígjøgnum, sigur løgmaður við Rás2 í dag.

 

 

 

 

Víðari greiðir hann frá, at hann ikki dugir at siga endaliga, hvat hendir, um eingin semja fæst.

 

 

 

 

- Men tað er so ein veruleiki, at 31. desember fer verandi skipan úr gildi og hendir einki áðrenn tá, so kann einki skip loys 1. januar, og tað er ikki ein støða nakar ynskir. Tí haldi eg tað hvílur ein serstakliga stór ábyrgd á samgonguna og á andstøðuna um at finna eina skilagóða loysn áðrenn tað hendir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.