Stjórin á Magn seinastu árini, Hendrik Egholm, er settur sum forstjóri í móðurfelagnum hjá Magn, íslendska felagnum Skeljungi.
Hetta kemur fram í fráboðan frá Skjelungi til keypskálan í Reykjavík. Veilgeir M. Baldursson, fyrrverandi forstjóri Skeljungs, segði seg herfyri úr starvi sum forstjóri eftir broytingar í organisatiónini í felagnum.
Hendrik Egholm hevur verið stjóri hjá Magn í Føroyum í 10 ár, og fyri ta tíð var hann marknaðarleiðari hjá Smyril Line.
Hendrik Egholm tekur við starvinum sum forstjóri í Skeljungi 1. oktober komandi.