Hendrik er framvegis bestur

Við 34,35 eygum í meðal var Hendrik Petersen so klárt bestur, tá hann um vikuskiftið vann Haldor Holm kappingina í billard

billard

So rullaðu kúlurnar aftur á grøna klæðinum. Billardkappingarárið byrjaði við stóru Haldor Holm kappingini í Klaksvík seinasta vikuskiftið. Fimm av landsins frægastu spælarum brustu saman í hesi fyrstu og spennandi billardkappingini á árinum. Endin varð, at Hendrik Pedersen, sum hevur vunnið kappingina fimm ferðir áður, aftur hesaferð fór við gullinum. Og tað var ongantíð nakar ivi um, at Hendrik fór at vinna, tí hann setti seg í respekt frá fyrsta til seinasta dyst við framúr góðum billardspæli. Hendrik hevði eitt miðaltal uppá 34,35 eygu, tá avtornaði. Nr. 2 og silvurvinnari gjørdist Kristian Suni Høgnesen við 25,90 eygum í meðal. Nr. 3 og bronsuvinnari varð Jan Müller við 21.78 eygum í meðal. Nr. 4 og 5 í kappingini vóru Carsten Hansen og Sonhard Johannessen.

Besta spælið í kappingini var uppá 916, og tað átti Hendrik. Kristian Suni átti besta umfarið uppá 166 eygu. Sum eitt lítið kuriosum kann nevnast, at Jan vann dystin móti Hendrikki við 660 eygum móti 532. Hetta man vera ein tann besti dysturin Jan hevur spælt í billard í mong ár.

Kappast hevur verið um Haldor Holm steypið síðani 1989. Kappingin er umframt at vera til minnis um tað arbeiði, sum Haldor gjørdi fyri billardspælið, eisini upphitingin til sjálva FM-kappingina. Teir fimm bestu spælararnir frá FM kappingini árið fyri sleppa við til hesa kapping.

FM-kappingin
Minkandi undirtøkan fyri billardspælinum hevur gjørt, at Billardsamband Føroya hevur tikið avgerð um at broyta kappingina fyribils sum eina roynd. Higartil hava tríggir mans verið á hvørjum liði. Til komandi FM kapping verða so bert tveir mans á liðunum. Talan verður um dupultkapping, tvs. at luttakararnir spæla tvær ferðir móti hinum liðnum, soleiðis at talan verður um tilsamans 8 dystir í hvørjari kapping. Sjálv kappingin byrjar í desember. Tey feløg, sum ætla sær at luttaka í kappingini í ár, skulu venda sær til Kristian Suna Høgnesen, telf. 775432/258055 og Steinbjørn í Dali 217366.