Hendrik Old brýtur ikki §266b

Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari, metir ikki, at útsøgnirnar hjá Henriki Old, landsstýrismanni, eru brot á §266b.

 

Tað hevur elvt til fitt av kjakið bæði í løgtinginum og á sosialu miðlunum, at Henrik Old undir røðu síni í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni, harðliga legði eftir hollendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni.

 

- Tað einasta eg ræðist, av øllum, øllum, sum man møtir úti í havinum, er hollendingar. Tað einasta eg ræðist er hollendingar. 

 

- Teir lensa hvørja krónu har sum teir eru og teir fara ikki avstað aftur fyrr enn landið er oyði har teir hava verið. Tíðin hevur víst okkum tað, vit kunna bara fara suðureftir at hyggja, so langt suður sum vit vilja, til endan av verðini. 


- Har sum teir hava verið, har er oyði, tá teir fara avstað aftur. Har er totalt oyði. Har brúkar man skipini at flýggja av landinum við. Man brúkar skipini at flýggja av landinum við.

 

Hatta vóru nøkur av orðunum, sum landsstýrismaðurin lat falla um hollendarar

- Samanumtikið haldi eg ikki at Henrik Old er farin um markið, sum §266b setir. Hann kemur við harligum úttalilsum, men hetta er sett fram í einum kjaki, sum um nakað má sigast at vera eitt týdningarmikið samfelagsmál í Føroyum, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari.

 

Hann vísir á, at sum so eru fortreytirnar fyri at skuldseta landsstýrismannin fyri brot á §266b til staðar, tí úttalilsini eru bæði almenn, umframt at tey eru rættað móti hollendingum sum bólki. Hann metir tó sum sagt ikki, at talan er um brot á §266b.

 

Jógvan Elias Winther Poulsen vísir eisini á, at Hægsti Rættur nevnir, at politikkarar hava rúmari ræsur fyri sítt talufrælsi, men at hon kortini ikki er óavmarkað. Hann vísir til ein dóm í Danmark, har ein politikkari í býrættinum bleiv dømdur fyri at hava sagt at muhammedanarar eru heimsbrotsmenn, sum vilja drepa og gelda danir. Viðkomandi bleiv tó fríkendur í Hægsta Rætti, tí at samsvar ikki var millum ákæruritið og dómin í býrættinum.

 

Tað hoyrir eisini við til søguna, at landsstýrisfólk og tingmenn ikki kunnu revsast fyri tað, sum sagt verður av tingsins røðarapalli, uttan so at løgtingið samtykkir at loyva ákæruvaldinum at reisa ákæru móti viðkomandi. 

 

Seinastu árini hava hollendarar gjørt nógvar íløgur í føroysku fiskivinnuna. Hetta kom millum annað eisini fram undir viðgerðini av fiskivinnunýskipanini, tá hollendski forsætismálaráðharrin ringdi bæði til Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharra í Danmark, og Aksel V. Johannesen, løgmann.