- Tað er heilt óskiljandi, at Javnaðarflokkurin skal ganga á odda fyri einum slíkum politikki.
Sonja Jógvansdóttir er samskipari hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag og hon er ikki sørt bilsin um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni.
Serliga hevur fiskivinnupolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum tikið hana á bóli.
Í Sosialinum í gjár, greiddi Hendrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum og formaður í vinnunevndini frá, hví hann tók undir við ætlanini, sum nú liggur á borðinum um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.
Hann greiddi eisini frá, hví hann er ógvuliga ivasamur um ætlanina at seta ein fiskidagabanka á stovn.
- Við hesum viðurkennur talsmaðurin hjá javnaðarflokkinum, at ætlanin er at staðfesta skipanina, sum hon nú er, sigur samskiparin hjá teimum báðum arbeiðarafeløgunum.
Og hetta ørkymlar Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag ikki sørt.
- Hetta er ein politikkur, sum staðfestir, at nakrir fáir, úrvaldir reiðarar, skulu hava rætt til at eina gávu upp á hundraðatals milliónir frá føroyska samfelagnum.
Og vit skilja ikki, hvussu Javnaðarflokkurin kann ganga á odda fyri einum slíkum politikki, leggur samskiparin afturat.
Hon sipar til, at hóast ætlanin er at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, verður tað staðfest, at einstakir reiðarar framvegis skulu hava fullan rætt yvir fiskirættindunum fyri einki og at teir skulu sleppa at selja hesi rættindi og stinga vinningin í lumman.
- Hetta er ein fiskivinnupolitikkur, sum Hendrik Old nú ger seg til talsmann fyri, vegna Javnaðarflokkin og tað skilja vit rætt og slætt ikki.
Hinvegin heldur hon, at uppskotið, sum Bjørn Kalsø upprunaliga ætlaði at leggja fyri Løgtingið varð frægari enn hetta, tí tað álegði ávísa brúksskyldu og hevði aðrar avmarkingar.
- Men hann slapp ikki at leggja tað fram fyri restini av samgonguni – og altso heldur ikki fyri Javnaðarflokkinum.
Í samgonguskjalinum er greiðar og ítøkiligar orðingar um fiskivinnupolitikkin.
- Tað ger tað bara enn torførari at skilja, hví samgongan førir ein fiskivinnupolitikkk, sum er beint ímóti samgonguskjalinum, ístaðin fyri at koma við eini greiðari fráboðan um, at ætlanin er at fáa skil á hesi viðurskiftini í samsvari við samgonguskjalið.
- Eg veit ikki, hví samgongan ikki torir at føra tann fiskivinnupolitikkin, sum hon hevur sett sær fyri at føra, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Fiskidagabank-sjálvandi
Sonja Jógvansdóttir sigur, at sostatt halda Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, at vit sjálvandi skulu hava ein fiskidagabanka.
- Tá eru øll javntsett fyri lógini, so at tað ikki bara vera einstakir, úrvaldir reiðarar, sum fáa rættin til at skora kassan uppá okkara felags tilfeingi.
Onkrar útrokningar hava víst, at virðið av fiskiloyvunum er einar 200 milliónir um árið.
- Hetta er ein gáva upp á 200 milliónir, sum samgongan gevur nøkrum einstøkum reiðarum í Føroyum, Íslandi og Noregi
Hon biðjur samgonguna heldur hugsað seg um, hvat hon ikki kundi framt av samfelagsgagnligum tiltøkum fyri 200 milliónir, sum høvdu komið okkum øllum til góðar.
-Hetta merkir eisini, at hvør einasti føroyingur betalur nøkur prosent ov nógv í skatti fyri at einstakir reiðarar skulu fáa hesa stóru gávuna frá politikarunum.
Hon undrast stórliga á, at so at siga ongin í samfelagnum sum heild, ger vart við seg, tá ið landið letur einstøkum reiðarum gávur fyri fleiri hundrað milliónir um árið.
- Men samstundis er ikki óvanligt, at fólk øsa seg upp, vissi tey halda, at at onkur, sum fær forsorgarhjálp, fær ein hundraðkrónuseðil ov nógv.
- Samstundis er tað greitt, at so hvørt, sum útskiftingar eru, so at gamlir reiðarar fara úr vinnuni og nýggir taka við, er tað eitt alsamt veksandi tal av reiðarum, sum undir øllum umstøðum noyðast at betala fyri fiskiloyvini.
- Men sum støðan er nú, eru tað aðrir reiðarar, sum stinga vinningin í lumma, ístaðin fyri at tað var samfelagið og vit øll, sum fingu ágóðan. Fyri ein reiðara ger tað fyri so vítt ikki mun, um reiðarar betala landinum fyri fiskiloyvið, ella um tey betala einum øðrum reiðara, tí gjaldast skal undir øllum umstøðum.
Hendrik Old stúrir fyri, at ein fiskidagabanki kann føra til ótrygg viðurskifti, tí tá hava skip onga vissu fyri at tey fáa fisk og so er vandi fyri, at tey missa manningina?
-Tað ber væl til at uppfinna allar møguligar trupulleikar. Men eftir ætlan skulu øll loyvi dragast inn í 2018. Sostatt hevur samgongan 11 ár at stinga eina skipan út í kortið.
- Og hvussu teir teknisku trupulleikarnir skulu loysast, er væl ein uppgáva hjá umsitingini at finna útav. Men tað, vit sakna, er ein greið fráboðan um, hvat endamálið og ætlanin við fiskivinnupolitikkinum er, men eina slíka fráboðan fáa vit ikki.
- Eg haldi ikki, at tað er rímiligt at offra grundregluna um, at vit øll eiga tilfeingi og eiga at fáa ágóðan av, bara tí vit eru bangin fyri at loysa ein tekniskan trupulleika.
- Tað er ómøguligt at hava svar upp á allar møguligar tekniskar spurningar nú. Men vit áttu at kunna kravt av politisku skipanini, at vit fingu reina greiða fráboðan.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at í dag eru tað ikki teir, sum duga best at fiska, sum fáa atgongd til tilfeingi, men teir, sum av tilvild hava fingið tað fyri onki.
- Tað kundi ein fiskidagabanki fingið í rættlag.
Ímóti samgonguskjali og vallyftum
Sonja Jógvansdóttir sigur, at fiskivinnupolitikkurin, sum samgongan førir, er beint ímóti tí, sum samgongan sjálv hevur avtalað í sjálvum samgonguskjalinum
- Ì samgonguskjalinum stendur beinleiðis, at tiltøk skulu setast í verk fyri at forða fyri spekulatión við fiskirættindum
Tann førdi politikkurin er eisini beint ímóti vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum. Tað, sum javnaðarflokkurin fór til val upp á, var at føra ein fiskivinnupolikk, sum skuldi forða fyri spekulatión og samstundis skuldi ein fiskidagabanki skuldi setast á stovn, har reiðarar skulu betala fyri loyvið at fiska.
Býtishandil við ES
Sonja Jógvansdóttir sigur, at stovna við ein fiskdagabanka, kann tað geva okkum heilt nýggjar møguleikar, sum vit ikki hava hugsa um.
Eitt, sum hon heldur, er, at hetta kann geva okkum heilt aðrar møguleikar mótvegis ES.
- Tað er ongin loyna, at ES hevur ómetaliga stóran áhuga í fiski undan Føroyum. Og hvør sigur, at tað ikki hevði borið til at brúkt fisk undan Føroyum at handla við ES við.
- Ein møguleiki kundi verið at givið reiðarum í ES rætt til at bjóða upp á eini 10% av fiskidøgununum undir Føroyum, afturfyri at Føroyar fingu tey nógv umrøddu fýra frælsini frá ES, so at vørur, tænastur, peningur og arbeiðsmegi fær frítt at ferðast ímillum ES og Føroyar.
Hetta verður av mongum mett at vera størsta forðingin fyri at menna vinnulívið í Føroyum og sostatt eisini samfelagið.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at arbeiðarafeløgini hava verið á fundi við vinnunevndina og greitt frá sjónarmiðjunum.
Tey hava eisini biðið um fund við Bjørn Kalsø, men tað hevur ikki borið til at havt fundin, tí umboð fyri arbeiðarafeløgini hava havt forfall.
- Men tá ið fundurin við Bjørn Kalsø verður, fara vit at heita á landsstýrismannin um at taka uppskotið aftur, sum hann hevur lagt fyri Løgtingið og at leggja eitt betri uppskot fram seinni.