Hendrik Old vil ikki víkja

Hann vil ikki billa norðoyingum nakað inn, hann kanska ikki kann halda kortini

Hvalbiartunnilin skal gerast áðrenn norðoyingar fáa nýggjar tunlar Norður um Fjall.

 

Tað staðfesti Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, á almennum fundi í skúlanum á Fossánesi um tunlarnar Norður um Fjall.

 

Eftir langtíðarætlanini hjá landinum, skal ein nýggjur Hvalbiartunnil vera liðugur í 2021 og tá skal farast undir tunlarnar Norður um Fjall, so at teir verða liðugir í 2024.

 

Men hetta vilja norðoyingar ikki góðtaka. Tey vísa á, at talan er um ein trygdarspurning, og at tey kunnu ikki bíða so leingi eftir eini varandi loysn.

 

Men hóast roynt varð at leggja trýst á Hendrik Old at fáa hann at lova Norðoyingum tunlar, áðrenn Hvalbiartunnilin verður gjørdur, var hann ikki til at vika.

 

Hann staðfestir, at politiskt var semja um, at gera Hvalbiartunnil áðrenn tunlarnar Norður um Fjall og ta ætlanina fer hann at halda fast um.

 

Tunnilin í Hvalba er eisini ein trygdarspurningur, og hann vil ikki vera við í einum kjaki um, hvør hevur størri týdning, suðuroyingar ella norðoyingar.

 

Hann heldur, at tað er spell at tey, sum vilja útjaðaranum væl, skulu dragast upp í eitt kjak um, hvørji øki hava størri týdning enn onnur.

 

- Hann sigur, at játtanin er avmarkað, men hann er sinnaður at vita, um tað ber til at framskunda tunlaætlanina.

 

- Tað vildi verið tað lættasta hjá mær at lova norðoyingum nýggjar tunlar, men hann heldur, at tað hevði verið eitt lyfti, sum ongin kundi havt tikið í álvara.

 

- Eg ætli mær ikki at billa norðoyingum nakað inn, eg kanska ikki kann halda kortini, leggur Hendrik Old afturat.