Henny skal marknaðarføra Smyril Line

Smyril Line P/F hevur sett Henny á Líknargøtu sum stjóra fyri marknaðarføringina hjá felagnum. Henny er upprunaliga úr Fuglafirði, men býr í Havn. Hon er útbúgvin HD í altjóða marknaðarføring og hevur áður staðið fyri marknaðarføringini hjá nøkrum týðandi fyritøkum í Føroyum. Av hesum kunnu nevnast Vodafone, Kaupthing Banki og Atlantic Airways.

Bæði Henny á Líknargøtu og nýggi sølustjórin, Henrik Neelmeyer, verða partur av leiðslubólkinum á Smyril Line.

-Nýggju stjórarnir geva okkum á Smyril Line eitt gott grundarlag fyri at náa settu vakstrarmálunum og harvið at gagna føroysku ferðavinnuni, sigur Peter Holm, forstjóri í PF Smyril Line.