Millumtjóða borðtenniskapping, nevnd Arctic Open, hevur verið í Hoyvíkshøllini um vikuskiftið, har landsliðini hjá Føroyum, Grønlandi og Íslandi hava dystast. Lagt varð fyri Dýra biðidag, tá ið liðkapping var á skránni. Her dystast tríggir leikarar á hvørjum liði, og so hvørt ein vinnur ein dyst, fær liðið ein dyst. Spælt verður fyrst upp í trý.
Hjá føroyska kvinnulandsliðnum gekst sera væl. Tær vunnu nevniliga ímóti Íslandi, Grønlandi og einum blandaðum liði, og vunnu tær harvið gull. Føroyska kvinnulandsliðið er mannað við Henriettu Nielsen, Duritu Fríðadóttir Jensen og Onnu Mikkjalsdóttir. Eisini eitt føroyskt íkast var til liðið, sum vann silvur í liðkappingini. Tað var eitt blandað føroyskt og grønlendskt lið, har Elinborg C. Nygaard var við.
Les eisini: Kvinnurnar vunnu gull
Hjá monnunum gekk minni væl. Teir vunnu ongan dyst og endaðu aftastir. Tó vóru teir ógvuliga tætt við at vinna tríggjar liðdystir, og vóru tískil tætt við at vinna silvur. Teir, sum mannaðu liðið hesaferð, vóru Pætur Albinus, Eyðun F. Ellendersen, Knútur Jóannesarson og Sveinur M. Nolsøe.
Í einamansleiki hjá kvinnum vann føroyska Henrietta Nielsen sannførandi gull. Í finaluni vann hon 4-0 ímóti grønlendsku Karlinnguaq Lundblad. Saman við Duritu F. Jensen vann Henrietta eisini gull í tvímansleiki, og saman við Pæturi Albinus vann hon bronsu í blandaðum tvímansleiki. Tað gjørdu Eyðun F. Ellendersen og Anna Mikkjalsdóttir eisini.
Arctic Open er á hvørjum ári. Londini skiftast um at vera vertur, og næsta ár verður kappingin spæld í Nuuk.