Við føroyskum eygum verður tað serliga áhugavert at fylgja Toda Jónsson og FC Amager, men eisini er spenningur um, hvussu fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, fer at standa seg í venjarasessinum hjá Lyngby. – Vit hava fleiri dugnaligar leikarar, men tað er óheppið, at Holst ikki hevur verið við í fyrireikingunum, orsaka av skaða. Vit hava góðar vónir til kappingarárið, og vit byrja sunnudagin móti FC Amager. Um vit ikki geva okkum fult út, so tapa vit dystin, sigur Henrik Larsen við heimasíðuna hjá Lyngby.