Henrik og Kristina stýra

Fundir í Noðurlanda Ráðnum og ferð til Kina gera, at bert tvey landsstýrisfólk eru heima

Tað eru tey bæði Kristina háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, og Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, sum stýra landinum í hesum døgum.

 

Løgmaður og hini landsstýrisfólkini eru burtur í hesum døgum. Tey flestu á Norðurlanda Ráðs fundi í keypmannahavn og onkur á vinnuferð í Kina. Fundirnir í Norðurlandaráðnum eru til og við hósdagin og vinnuferðin í Kina endar fríggjadagin.

 

Bert ein tingfundur er hesa vikuna. Hann verður fríggjaddagin og einasta mál á skránni er framløga.

 

Í næstu viku - týsdagin  - er kommunuval