Henrik Old: Bjargingarskip er ambulansa á sjónum

? Og tit høvdu ikki torað at latið vera við at keypt eina nýggja ambulansu ella brandbil, um tann gamli var brotin, segði Henrik Old m. a. við sambandstingmenninar

Á tingfundi í gjár var til viðgerar eykajáttanarlógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at játta 900.000 krónur til projektering av nýggjum bjargingarskipi.

Tað var Henrik Old, løgtingsmaður, sum vegna Javnaðarflokkin legði uppskotið fram. Hann segði undir viðgerðini í gjár, at nú bar ikki til longur at bíða og vita, hvat landsstýrið ætlaði við einum nýggjum vaktar- og bjargingarskipi.

? Eg fari at takka sambandsmonnum fyri, at teir als ikki hava tikið orðið undir viðgerðini, tí frá teimum hevði kortini einki positivt komið, tí fólkafloksmenn eru positivt sinnaðir í hesum máli. Tá so er, eru sambandsmenn per definitión negativt sinnaðir, segði Henrik Old, eftir at framsøgumenn fyri nakrar flokkar høvdu havt orðið. Hann helt tað ikki líkjast nøkrum, at sambandsmenn misnýttu málið um vaktar- og bjarginarskip og fyri at hevna seg inn á John Petersen, sum sambandsmenn hata.

? Eitt bjarginarskip er ambulansa og brandbilur hjá sjófólki okkara, og tí skal eitt slíkt skip vera í lagi. Eingin tykkara hevði torað annað, enn at keypt eina nýggja ambulansu ella ein nýggjan brandbil, um tann gamli ikki kundi koyra longur, segði Henrik Old, sum umframt at vera løgtingsmaður eisini er sjómaður og royndur skipari.

Hann helt eisini fyri, at danska sjóverjan hevur gjørt eitt gott arbeiði - bæði við verjuskipinum og við tyrluni - og mangan vágað nógv undir ringum líkindum.

Tað var annars næstan bara framsøgumaðurin fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Lasse Klein, ið tosað ímóti at taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. Hann segði, at Nólsoyar Páll kundi gerast liðugur fyri 6 milliónir, og tað helt hann vera betru loysnina.

Fólkaflokkurin tyktist taka undir við málinum, eins og Tjóðveldisflokkurin, Verkamannafylkingin og Miðflokkurin. John Petersen, landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina av málsøkinum, fegnaðist týðuliga um, at eitt uppskot nú varð lagt fram av andstøðuni, tá samgongan ikki kundi semjast. Hann vísti á, at tað er nógv skilabetri at byggja nýtt skip, tí Tjaldrið er longu næstan 22 ár, og verður Nólsoyar Páll gjørdur í stand, hava vit tvær gamlar dangur at røkja trygdina á sjónum um nøkur ár. Tað helt John Petersen vera óðamannaverk.