Løgtingsmaðurin Henrik Old legggur er eisini millum teirra, ið ikki skilir sparingarnar á suðuroyarleiðini.
Henri Old setir nú Johan Dahl, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um ætlaðu lækkingarnar av túratalinum hjá Smyrli.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Hvør var orsøkin til, at fyrrverandi leiðslan á Strandfaraskipum Landsins ikki fekk heimild til hvørki at hækka prísin ella lækka túratalið hjá strandferðsluni?
2. Hvørji viðurskifti eru broytt soleiðis, at núverandi leiðsla fær boð um at niðurskurður skal gerast á rutuni hjá Smyril sum framanundan hevur fægst túratal og mesta flutning?
3. Hví velur landsstýrismaðurin, at lækka túratalið hjá Smyrli sum framanundan hevur fægst túrar?
Viðmerkingar:
24. oktobur 2012 hevði leiðslan á strandferðsluni fund við tingfólk um játtanina til strandfersluna har víst varð á, at millum annað av nýggjun manningakrøvum fór játtanin til strandferðsluna ikki at halda, og neyðugt var antin at seta prísin hjá strandferðsluni upp, ella túraatalið niður. Strandferðslan fekk tá at vita frá politiska meirilutanum, at tað hvørki bleiv talan um at seta prísin upp ella túratalið niður. Tá var mest talan um siglingina hjá Teistanum, nú verður boðað frá at tað framanundan lága túratalið hjá Smyrli, skal skerjast uppaftur meir. Hesar broytingar vóru gjørdar hóast nøgdin av flutningi er voksin munandi seinastu árini. Kann tað hugsast, at orsøkin til at man fyri aðru ferð í hesum samgongsskeiðnum velur, at skerja túratalið hjá Smyrli vera tann, at í løtuni situr einki løgtingsumboð fyri Suðuroynna í samgongu? Tí vera hesir spurningar settir til landstýrismannin Johan Dahl: