Triði minnilutin í rættarnevnd Løgtingsins í málinum um fría fosturtøku til 12. vikur er Henrik Old, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum.
Hann sigur soleiðis í sínum minnilutaáliti:
Ein triði minniluti (Henrik Old) heldur lógaruppskotið liggja langt frá javnaðarhugsjónini, og at politiska skipanin skal taka ráðini frá bispi til sín, tá hann í skrivi, sum er latið nevndini, heitir á politisku skipanina um at geva komandi mammum allar hugsandi sømdir, sosialar sum fíggjarligar, so tær kenna tað gleðiligt heldur enn avbjóðandi at vera við barn og gerast mamma.
Hesin minnilutin er eisini samdur við bispi í, at vit eiga at siga ja til lívið, og at lívið krevur solidaritet.
Í hesum sambandi skal verða víst á, at tað í Barsilsgrunninum við ársenda 2024 vóru 85 mió. kr., og at hendan upphæddin 1. september 2025 var komin upp á 100 mió. kr. Her er ovmikið at taka av, og hesin minnilutin fer tí skjótast gjørligt at leggja fyri tingið uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot við tí endamáli at geva kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, eina munandi eingangsupphædd.
Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.











