Hátíðarhaldið í kirkjuni skuldi vera eitt yvirraskilsi fyri Henry. Presturin í Vágum, David Johannesen og familjan høvdu saman skipað fyri hesi løtuni. Henry er ein av trúgvu kirkjugangarunum í Sørvági.
Í kirkjuni bleiv sungið og David Johannesen helt eina talu, har hann m.a segði frá um lívið hjá Henry, sum bleiv einkjumaður í 1962 við trimum døtrum, sum vóru 19, 15 og 7 ára gamlar.
Tá hátíðarhaldið í kirkjuni var liðugt, varð føðingardagurin hildin hjá dóttrini, Ruborg, í Sørvági.
Henry er føddur og uppvaksin í Sørvági. Foreldrini vóru: Anna, f. Rubeksen, ættað úr Havn, og Jóan Pauli Davidsen, vanliga nevndur Dáva-Palli, úr Sørvági. Mamman doyði 96 ára gomul í 1982, meðan pápin doyði sum 54 ára gamal í 1943.
Henry giftist við Jenny, f. Thomassen, úr Sørvági, tey fingu tríggjar døtur: Ruborg sum býr í Sørvági, Anna Elisa, sum býr í Danmark og Joan, sum býr í Sørvági. Konan, Jenny, doyði í 1962, 42 ára gomul.
Lívsstarvið hjá Henry bleiv at vera bilførari. Hann arbeiddi hjá bretska hervaldinum undir krígnum og koyrdi m.a. lastbil hjá teimum. Í mong ár koyrdi hann rutukoyring við bussum hjá N. Niclasen og hjá Hjarvil Rasmussen í Sørvági. Hann koyrdi rutu til strandfaraskipið Vesturleið, sum legði at í Miðvági, og til rutubátin Ólavur, sum sigldi millum Fútaklett og Vestmanna. Seinni bleiv tað Oyrargjógv.
Í 1972 yvirtók Henry sjálvur rutukoyringina og koyrdi við sínum egnu bussum. Henry gavst við rutukoyringini, tá hann var umleið 70 ára gamal og svigarsonurin, Tage Jørgensen, tók yvir. Hesi árini síðan 1972 átti Henry sjey bussar.
Síðan Henry gavst at koyra, hevur hann havt betur tíð til bátin. Honum dámar sera væl at fiska. Hann svimur eisini nógv og er hvørja viku í svimjihylinum í skúlanum í Sørvági.