Tað er ikki heilt ósannlíkt, at Thierry Henry, sum í fleiri ár skjeyt hópatal av málum í Arsenal, spælur við Manchester United í komandi kappingarári. Í øllum førum ikki, um vit skulu trúgva enskum miðlum. – Tað eru tveir leikarar, sum vit hyggja at, og møguliga verður sáttmáli gjørdur við ein seinast í vikuni. Vit hava leitað eftir framherja síðan seinasta kappingarár, men nú sær ljóst út, svarar Sir Alex Ferguson, tá hann verður spurdur av enskum miðlum, um Henry spælur við felagnum komandi kappingarár. Hann vísir ikki søgunum aftur.