Henry umhugsaði at gevast

Franski landsliðsskiparin, Thierry Henry, var somikið vónsvikin av sær sjálvum eftir dystin móti Írlandi, at hann umhugsaði at gevast á landsliðnum. – Fríggjadagin helt eg, at alt kjakið var farið púrasta av sporinum, og eg umhugsaði av álvara at gevast á landsliðnum. Men hóast tað, sum er hent, og hóast mínar egnu kenslur, so havi eg gjørt av, at eg fari ikki av svíkja landsliðið, sigur Henry, sum altso er til reiðar at bera liðskiparabandið, tá Frakland komandi summar skal kappast um HM-heitið.