Henry uttan revsing

Thierry Henry verður ikki revsaður fyri tilburðin, tá hann brúkti hondina í samband við sigursmálið, sum tryggjaði Frankaríki luttøku í HM-endaspælinum og sendi Írland út í kuldan

 

Nógv hevur verið sagt og skrivað um hendingina. Írland hevur kært sín neyð, kravt umdyst og søkt um eyka pláss til HM-endaspælið. Alt til fánýtis og nú er eisini greitt, at høvuðspersónurin í øllum málinum ? Thierry Henry ? heldur ikki verður revsaður.

 

Henry hevur síðani viðgingið, at hann tilvitað brúkti hondina, men lukkutíð fyri hann sá hvørki dómari ella linjuverjin hetta, og tað metir FIFA vera ógvuliga avgerandi í hesum sambandi.