Hensia: Koyrdi í tanks undir krígnum

Nú heldur røðin við Hensiu Jacobsen fram við trimum pørtum afturat. Í hesum parti greiðir Hensia frá, hvussu tað var undir krígnum

13. partur


Tað var annars ikki so lætt hjá fólki undir krígnum. Nógv vøra var skamtað. Men vit fingu tó tað neyðturviliga. Men til dømis var einki fínt mjøl at fáa. Tað var altíð rugur blandaður uppí. Eg minnist, at mann kundi ikki baka hvíta køku úr tí. Men var kryddarí í, so var tað fínasta slag. Breyðini blivu eisini góð av hesum mjøli.
Tað vóru eisini bretskir her­menn í Gøtu. Her bygdu teir eisini barakkir. Ein dagin var eg hjá skradd­­­aranum, har eg lærdi at seyma. Vindeygað vendi niðaneftir, nú síggi eg at teir gera venjingar. Eg hyggi út og haldi meg kenna ein av teimum. Eg síggi, at hann kennir eisini meg. Tá var hetta ein av teimum, sum eg kendi frá tíðini eg arbeiddi í Havn hjá Wensil Petersen, sum áður greitt frá. Hann æt Jack. Men hann hevði ikki loyvi at hava nakað saman við bygdarfólkinum undir venjing. Tað kundi heldur vera, tá ið teir høvdu frí.
Eitt summarið hoyggjaðu vit yviri í Norðragøtu, har vit áttu jørð. Vit arbeiddu á tí stykkinum, sum varð kallað niðri á Vombini. Begga, elsta dóttirin, var tá lítil. So kemur eitt tanks har. Tað steðgar. Eg og Begga skuldu yvir til Syðrugøtu eftir reipum. Eg hevði ein lítlan leyp á herunum. So spyrja teir meg, hvar eg skal. Tá dugdi eg so mikið av enskum, at eg kundi greiða frá tí. Hann bjóðaði sær til at koyra okkum báðar vegir, so vit báðar hava verið í einum tanksi. Fittir vóru teir.
Onkur av hermonnunum kom at keypa í handlinum hjá okkum. Tá búðu teir í húsunum á Fløttinum í Syðrugøtu. Har búði í hvussu er ein offiserur. Hann sum eg arbeiddi saman við, korporalurin Arcie Laing, var har og passaði offiserin upp. Hann plagdi at koma út her í hand­ilin at keypa. Tað var nokk so stuttligt at hitta hann aftur.
Tað vóru nokk so nógvir bretar sum giftust við føroyskum gentum. Nakrir búsettust eisini í Føroyum. Ein teirra, Harry Potts, giftist við Turid í Bartalstovu, og tey búsettust í Syðrugøtu.
Harry sigldi nógv ár sum væl umtóktur kokkur við Kjølbro-trol­arum. Turid er 91 ára gomul og býr í Gøtubrá.

Vanlukkan á Gøtuvík
Eg minnist eisini vanlukkudagin í 1944. Ein bátur var á útróðri og tað kom so ringur sjógvur á teir á heimveg út fyri Borðoyarnesi, at báturin fórst við trimum monnum. Teir vóru Poul Kristoffur, beiggin Dánjal í Beitinum og Petur Greger­sen í Guttastovu. Tveir vóru funnir aftur, men tann triði kom ikki aftur í aftur. Eg minnist eisini, hvat ið eg gjørdi, tá eg fekk boðini um hetta. Vit áttu eitt torvhús uppi í Geilini á leið har húsini hjá skraddaranum vóru. Eg var har, tí teir høvdu ført torv norðan úr Haga. Eg var farin at hjálpa teimum at fáa torvið inn. Begga var eisini við mær tá. Hetta vóru skakandi boð at fáa.
Poul Kristoffur var komin inn til okkara um heystið at spyrja, um hann ikki kundi fáa tveir garnmørar. Hann hevði ein slíkan hug at fáa garnatálg, segði hann. “Og eg ætli mær inn til allar bøndurnar at biðja um tveir garnmørar, tí so verður tað ein drýlur burtur úr”. Tað fekk hann eisini. Hann átti onga jørð sjálvur. Eg eri fegin um, at eg fekk gjørt honum henda seinasta beinan.
Eg var eisini við til jarðarferðina. Sum eg minnist tað, so stóðu báðar kisturnar uppi á einum bili. Eg haldi, at tað var bilurin hjá Hans í Bartalstovu.

Stríggið var
Men annars gekk lívið sína gongd. Tað var gott at vera her í Gøtu, men tað var ordiliga stríggið. Tað var altíð nógv at gera.
Tá vit høvdu fingið triðja barni, tá kemur Birita vermóðir ein dagin til mín og sigur, at systir hennara, Marin Sofía, spyr, um hon ikki kundi koma út her at búgva eisini. Einar sonur hennara, sum búði inni hjá henni, var nervasjúkur, so hon hevði tað ikki so gott har.
So segði eg ovfard: “Hvat søgdu tygum?” Hon svaraði aftur: “Eg kundi ikki nokta henni tað, men tað skuldi sjálvsagt verið tú, sum svaraði fyri hesum”. Marin Sofía kom so her at búgva, men hetta bleiv ov nógv fyri meg.
Mamma kom so her, og hon tók Jórun, næstelsta av børnunum, við sær til Streymnesar. Tað var ikki meira enn 14 mánaðir millum Jórun og Jákup. Vit fingu fleiri børn, og Jórun var í Streymnesi, til hon var 10 ár. Tá helt eg, at tað var synd fyri mammu, at hon skuldi fara upp hvønn morgun at gera hana í stand at fara í skúla. Eg helt, at hon skuldi kom heim aftur. Jórun hjálpti mær eisini so væl við teimum yngru børnunum. Hetta dugdi hon so sera væl. Vit fingu 8 børn í 13 ár, so har var stutt ímillum, og sjálvandi var tað strævið. Marin Sofía fór seinni heim aftur til sín sjálvs.
Einar var serligur
Einar, sonur Marin Sofíu, var sera upptikin av tí søguliga Tróndi í Gøtu, hetta sæst eisini av eftirnavninum, Tróndargjógv, hann fekk sær. Hann hevði eisini yrking í bløðunum um Trónd. Hann var eisini eitt sindur av einum granskara. Tað er ein søga um ein bónda í Norðragøtu, sum fór burtur í haga ein sunnudag. Hann datt oman og doyði og kundi tí ikki fáa kristna jørð. Hann var tískil jarðaður í haganum Úti í Líð, sum er uttarlaga á Gøtuvík, norðragøtumegin. Ein túgva har hevur verið søgd at vera grøvin. Her fór Einar eina ferð at grava fyri at vita um hann fann mannabein. Tað fann hann ikki, men tað varð sagt, at hann kom niður á steinsett.
Einar hevði eisini evni at skriva. Ì 1947 skrivaði hann eina sera áhuga­verda grein um abba sín, Gamla Heina, sum var føddur um 1856, og sum komið verður aftur til seinni í hesi røð.
Her skrivar Einar eisini, at hann skrivaði nógv niður av tí, sum abbin fortaldi honum. Um onkur í ættini kennist við hetta, kundi tað verið áhugavert at frætt.