Hentur fundur fyri tey lestrarhugaðu

Fríggjadagin verður eitt tiltak fyri tey, ið ætla sær undir hægri lesnað komandi ár og onnur.

Mong hava helst henda áhuga, men vita ikki hvussu ein kemur víðari á leiðini.

Júst hesum kann hesin fundurin verða við til at varpa ljós á undir heitinum "Hvat nú - markleys útbúgving 2011".

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum, har tey áhugaðu kunnu velja millum ymisk sløg av útbúgvingum og ikki minst fáa kunnleika um londini, ið bjóða fram tær ymisku útbúgvingarnar, eins og ein fær at vita, hvussu ein søkir inn á útlendskar lærustovnar.

Hetta verður alt lýst í orði og talum, men fleiri básar verða eisini, har møguleiki er fyri at taka sær ta markleysu útbúgvingina. Her koma fólk at greiða frá sínum útbúgvingum og onnur frá sínari útbúgving.

Millum allar hesar persónarnar er heimskendi svimjarin, Pál Joensen sum við heitinum "Lesansi í heimsklassa" kallar sín fyrilestur fyri "Frá student til HM".

Tiltakið vendir sær sum vera man mest til tey, sum nú eru farin undir seinasta árið í miðnámslestrinum. Men eingin ivi man vera um, at onnur eisini fáa okkurt nýtt og okkurt hent at vita henda dagin.