Ein danskur flúgvileiðari hjá sveitsiska flogeftirlitinum Skyguide er lagdur inn á sjúkrahús til sálarliga viðgerð. Maðurin hevði ábyrgdina í flogeftirlitinum í Zúrich næstseinasta mánakvøld, tá tvey flogfør stoyttu saman í luftini yvir Suðurtýsklandi. 71 fólk doyðu.
Danin var tann einasti flúgvileiðarin, sum var til arbeiðis í flogeftirlitinum í Kloten-floghavnini hetta kvøldið, tá eitt russiskt ferðamannaflogfar og eitt flutningsflogfar stoyttu saman í 11 kilometra hædd.
Sagt verður, at flogeftirlitið hevði tekniskar trupulleikar hetta kvøldið, og at tað gjørdi, at tann danski flúgvileiðarin gloymdi at halda eygað við teimum báðum flogførunum.
17 danskir flúgvileiðarar arbeiða hjá sveitsiska flogeftirlitinum, sum er ein privat fyritøka. Danin, sum hevði vakt mánakvøldið, hevur arbeitt hjá fyritøkuni í fimm ár.