Óhepnir føroyingar taptu fyri sterkum danskarum

Í tveimum førum vóru føroyingarnir óhepnir í styrki landsdystinum móti Danmark í dag. Úrslitið gjørdist 4-1 til sterku gestirnar.

 

Frammanundan vóru Mikkel Leicht og Nicolai Hansen mettir at verða favorittar, men Bogi Hammer og Jákup Súni Berg vónaðu, at teir kundu leypa hvøkk á donsku gestirnar í onkrum av teimum fimm greininum, sum varð kappast í.

 

Danmark vann tvær tær fystu greinarnar, har eitt hjól upp á 416 kilo skuldi koppast seks ferðir, og tvær áleið 180 kilo tungar tunnur skuldu haldast upp frá so leingi sum gjørligt.

 

Føroyar minkaðu um munin til 2-1, tá Bogi Hammer var skjótari enn Nicolai Hansen at hála ein lastbil, sum stóð í fimta gear, yvir ein tein upp á góðar tíggju metrar.

 

Í fjórðu greinini skuldi Jákup Súni kappast móti Mikkel Leicht. Teir skuldu bera seks 100 kilo tungar boyur yvir sjey metrar og seta tær á ein platt, sum er ein metur høgur.

 

Mikkel kláraði tað upp á 38 sekund. Jákup Súni var skjótari við trimum teimum fyrstu, men misti stevið og endaði við at missa sættu boyuna.

 

Í fimtu greinini, sum var ein lið grein har tvey 200 kilo tung lodd skuldi berast tíggju meterar og síðani lyftast upp seks trin á eini trappu, var Jákup Súni óheppin og beklaði. Tí endaði kappingin ikki heilt sum hvørki Jákup Súni, Bogi ella fyrireikarnir høvdu vónað. Sjúkrabilurin kom eftir Jákup Súna, men sum skilst so er skaðin ikki so álvarsamur, men hann skal nú til nakrar kanningar.

 

Annars kann sigast, at nógv fólk vóru í høllini á Hálsi í kvøld, og tiltakið gekk skjótt og gott fyri uttan óhepna endan. Rúni Djurhuus handaði steyp og heiðursmerki vegna Rex til vinnararnar.