Heppin val til ársins leiðarar

Oddagrein:

Tað er vorðið “in” at kjósa ársins av hesum og hasum slag. Tað veri seg ársins føroying, herðaklapp, rósu, virki, leiðara osfr. Eisini í Miðlahúsinum hava vit kosið ársins mann og kvinnu og kjakara. Hetta varð seinni broytt til at kjósa ársins listafólk.

Tað vilja altíð vera ymsar meiningar um tað skilagóða í at kjósa ársins fólk innan ymisk fakøki og yrki. Onkur heldur, at vit eru so fá her á landi, at ringt er at halda fram við slíkum kjósingum ár undan ári. Tó so – at kjósa ársins er vorðið ein partur av gerandisdegnum og fer helst at halda fram.

Eitt av teimum ársins tiltøkunum, sum man vera tað, ið hevur einamest áhuga millum manna, er tiltakið hjá fyritøkuni Synergi um at velja ársins leiðara. Í fyrstani var bara talan um ársins privata leiðara, men í fjør varð hetta tiltakið broytt til eisini at fevna um ársins leiðara innan tað almenna. Avgjørt skilagott at víðka henda karm, tí sjálvandi hava leiðarar í tí almenna sektorinum alstóran týdning fyri ikki bert starvsfólkini á staðnum og tann stovn ella arbeiðspláss tey umboða men so sanniliga eisini fyri allar føroyingar. Tí almennir leiðarar eru við til at umsita skattapeningin hjá okkum øllum. Tess betri leiðarar tess meira fáa vit øll burtur úr skattakrónunum.

Á ársins leiðaradegi vóru Jon Danielsen frá byggifyritøkuni Articon og Tórmóður Stórá frá psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum valdir ársins leiðarar. Hóast onnur góð evni vórðu í uppskoti, so eru umrøddu persónar eitt gott val. Byggivinnan hevur ment seg nógv seinastu árini og her hava okkara egnu fólk víst, at vit vilja og duga. Byggivinnan hevur verið í besta blóma leingi, tó at kreppa nú merkist. Tað er nettupp eisini í ringum tíðum, at leiðarar skulu vísa hegni til umstillan og til at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, sum er. Ì samrøðu við Rás2 nevndi Jon Danielsen, at nettupp trongar tíðir eru stór og mennandi avbjóðing. Tað eru fá ár síðani, at Sofus Olsen, sáli, sum varð kosin ársins føroyingur av Miðlahúsinum, tók fram góðu leiðslu- og arbeiðsevnini hjá júst nýkosna ársins leiðara og sipaði her til, hvussu væl hann hevði handfarið byggingina av listasavni á Sandi.

Ársins leiðari innan tað almenna, Tórmóður Stórá frá psykiatriska deplinum á LS var eisini eitt gott val. Sjálvandi byggir hansara arbeiði og royndir eisini á herunum hjá øðrum, men Tórmóður hevur víst stórt hegni til í tí almenna rúminum at varpa ljós viðurskiftini hjá føroyingum við psykiatriskum trupulleikum. Eitt økið, sum tíverri leingi hevur verið tagt burtur av samfelagnum og har vit fyri ikki so mongum árum síðani sendu hesi fólk til Danmarkar.

Nú hevur so eydnast at fáa eyguni upp fyri hesum bólki av sjúklingum í føroyska samfelagnum og gera tey til ein náttúrligan part av okkara samfelag.

Vit ynskja teimum báðum tillukku, men vit ynskja eisini øllum teimum, sum arbeiða saman við kosnu ársins leiðarum tillukku, tí hesin heiður er so sanniliga eisini teirra. Uttan tey var eingin ársins leiðari at velja millum.