Jan Gardar
valevni Sjálvstýrisfloksins
Vit skulu ikki óttast framtíðina men heldur ikki vænta at alt lagar seg av sær sjálvum.
Á tí mentunarliga og sosialmentunarliga økinum eru vit ikki og væl brynjaði.
Soleiðis er tað, sum skuldi verða mentunarháborg okkara Atlantis, koyrt fallit. Tað má sigast at verða meira syrgiligt enn skomm at Klaksvíkin í ár 2000 ikki megnar at reka eitt lítið hús sum Atlantis. Her eigur býráði í størri mun at verða við til at styðja og stuðla uppundir, soleiðis at húsið aftur fær innihald og møguleika at virka við sjónleiki, biografi og mentunarligum átøkum annars.
Her kundi verið rímuligt at nevnt fleiri onnur ið eisini eiga betur umstøður uppiborið, eitt nú málningalistin, tónleikurin og onnur við. Eitt sum eisini skal tryggjast er at møguligur stuðul, ikki bert fellur teimun í lut, sum tann til einhvørja tíð sitandi býráðsmeiriluti dámar.
Í Klaksvík eru tvær matstovur við skeinkiloyvið og eitt alment dansistað uttan skeinkiloyvið og eru vit í dag stórliga eftirbátar á hesum økinum. Ikki sigi eg at vit skulu hava 15-20 ella óavmarka tal av skeinkiloyvum, men tað er ein sannroynd at ungfólk í hópatalið hvørt vikuskifti leitar sær til Havnar av hesi orsøk. Var tað ikki tá betur at tey vóru her á staðnum? Ella er tað í lagið bert vit ikki síggja tað? Alternativi er at setað aldursmark til Dúgvuna og at lata verða við at bora undirsjóartunnilin.
Her eigur býráði at stinga út í korti nýggjar leiðir soleiðis at hálovaða fría kappingin í ávísan mun fær víðari rúmd á hesum økið.
Her eigur at vera og er rúm fyri okkum øllum, bert vit taka neyðugt fyrilit hvør fyri øðrum.
Komandi býráð eigur at seta sær nøkur mál, at gera upp hvat vilja vit við hesum býnum, viðvíkjandi vinnulívinum sjálvandi, men so sanniliga eisini hvussu vit skulu menna og styrkja okkara støðu á eitt nú: útbúgvingarøkinum, mentunarøkinum, sosialaøkinum, ítrottarøkinum og sosial-mentunarøkinum, bert fyri at nevna nøkur. Hetta, soleiðis at vit, um eini 5 til 10 ár, ung sum gomul øll kunnu siga, í Klaksvík ? her er gott at búgva tað, vil Sjálvstýrisflokkurin.