- Eg legði alt eftir meg heima og av tí, at eg var so ung, hevði eg lætt við at venja meg við matin og alt tað, sum ný sælendskt er. Eg gangi ikki og renni runt og leiti eftir kendum mati, sum nógvir útlendingar gera, ið búgva har yviri, sigur Janhild. Í 13 ár hevur hon búð í Ný Sælandi.
Bert 19 ára gomul fór hon úr Klaksvík til Ný Sælands við dreingi sínum, sum var komin heilt úr Wellington til Klaksvíkar at arbeiða eitt skifti.
Fáar mánaðar frammanundan høvdu tey lært hvørt annað at kenna, og skjótt rann saman teirra millum.
Hon var sloppin inn á skúla í Danmark, men gav avboð, keypti sær ein aftur og fram ferðaseðil og fór avstað til fjarskotna landið, hon lítið og einki visti um.
Eftir at hava verið í Ný Sælandi í 7 mánaðar, fór hon heimaftur til Føroya at ferðast, men tað var mest fyri at gera nýtlsu av returferðaseðlanum, hon hevði keypt.
Tá Janhild hesaferð fór yvir aftur um hav, var ferðaseðilin einvegis. Ikki bara drongurin vann unga gentuhjartað, men eisini heimland hansara bergtók hana.
Paradís á jørð
- Um tað finst eitt paradis á jørð, so má tað vera Ný Sæland, sigur Janhild, sum í løtuni er heima og vitjar familjuna.
Hon býr í stórbýnum Auckland, sum hevur 1,3 mió. íbúgvar.
- Har finst alt, tú kanst hugsa tær. Vøkur náttúra, fjøll, strendur og gott veðurlag. Ítróttur av øllum slagi og øll hugsandi sløg av frítíðarítrivum, greiðir hon frá.
Har eru stórar hallir, sum børnini kunnu spæla og stuttleika sær í, meðan mammurnar práta og hugna sær.
Ný Sæland er eisini eitt sera frítt og liberalistiskt land; har finnast óteljandi religiónir, og øll verða góðtikin sum tey eru. Til dømis er ein av kvinnuligu tinglimunum fyrrverandi maður.
Starvast hjá kendari fyritøku
Janhild visti lítið um New Zealand, tá hon fór úr Føroyum.
? Eg visti, at har var nógvur seyður. Eg hugsaði slett ikki frameftir, eg fór bara avstað, sigur hon.
Hon fekk arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og eftir stutta tíð gjørdi hon av at fara at lesa. Fyrst las hon mál. Umframt týskt, franskt og russiskt, las hon eisini týskar bókmentir og evropeiska søgu.
Síðan fór grannskoðaraútbúgvingin at lokka, mest tí karrieru- og lønarmøguleikarnir eru góðir innan ta vinnugreinina.
Í 4 ár starvaðist Janhild hjá fyrrverandi grannskoðarafyritøkuni, Arthur Andersen.
? At starvast har var serstakliga áhugavert og avbjóðandi. Har bar ikki til at detta burtur í millum, tí javnan var bæði munnlig og skrivlig eftirmeting á skránni.
Lønin hækkaði eina ferð um árið - og gjørdi hon ikki tað, so var greitt, at okkurt var heilt galið, og at arbeiðsavrikið helst ikki var nóg gott.
Summar á jólum
Hjá okkum er kalt og myrkt á jólum. Allarbest dámar okkum, at kavi er á jólum, tí tástaðni er rættiliga jólaligt. Vit steikja dunnu og fleskasteik, brúnka epli og kóka reyttkál - og ikki at gloyma ræsta kjøtið, sum luktar langt út í tún.
- Hjá ný sælendingum er summar á jólum. Jólini har eru summar, strond og barbeque. Tað er als einki jólaligt, sigur Janhild.
Men summi royna at halda jól sum her. Tey steikja kalkun í bakandi hitanum og sveittin eftir andlitinum, man manga sósina hava kryddað.
Janhild sigur, at tað hevði hon ikki tímað at roksa við, tí tað riggar als ikki í brennandi hitanum.
Tá tað er vetur har yviri halda summi miðvetrarjól, fyri at hugna um myrku vetrartíðina.
Tíðarmunurin millum Føroyar og Ný Sæland er stórur, heilir 13 tímar, tá summartíð er har, og tað kann við hvørt vera ørkymlandi. Eitt stuttligt dømi um tað er, tá mamma Janhild tann 4. mai varð uppringd úr Ný Sælandi, og fekk at vita, at hon hevði fingið eina ommudóttir tann 5. mai.
Saknar familjuna
Janhild er dóttir Sólfríð og Christian Olsen. Hon er uppkallað eftir ommu síni á móðursíðu, og húsini hjá ommuni og abbanum eru fastbygd við tey hjá foreldrum hennara á Gørðum. Hon er næstelst av 4 systkjum.
Sjálv eigur hon trý børn. Jordan, sum er 5 ára gomul, Jack Leopold, sum er 3 1/2 ára gamal og 1 ára gomlu Lily.
Ný Sæland er stórt og sambandið við familjuna er ikki so tætt, sum her heima.
- Eg sakni familjuna øgiligt, serstakliga tí, eg haldi tað vera umráðandi hjá børnum at hava familju.
Fyri at bøta um tað, gera Janhild og vinkonur hennara nógv burtur úr at savnast við børnum til føðingardagar og aðrar hugnaløtur.
Vinkonurnar eru í somu støðu sum hon, tí tær koma eisini aðrastaðni frá, eitt nú Onglandi og Kanada.
Janhild og børnini hava stegð-að leingi heima hesaferð, men í oktober gongur leiðin heimaftur til Ný Sælands, har eldra dóttirin skal byrja í skúla í februar.