Her er ársins lið hjá kvinnum

Fótbóltsgalla 2022: Heilir tríggir spælarar úr Brasil komu á ársins lið hjá kvinnum

Í gjár var Fótbóltgalla 2022. Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 var á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Á hvørjum ári verður eitt sett eitt ársins lið. Tað tekur útgangsstøði í atkvøðunum til ársins spælara. Sermerkt við liðnum hesa ferð er, at tað eru heilir tríggir brasilskir spælarar á liðnum. Tær eru Jiselle Souza úr B36, Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur og Livyan Silva úr B36.

 

Ársins lið kvinnur 2022:

 

Málverji: Óluva Joensen (KÍ)

 

Verjan: Jiselle Souza (B36), Birita Ryan (KÍ), Sarita Mittfoss (HB), Tórun Joensen (KÍ)

 

Miðvøllur: Ansy Jakobsen (NSÍ), Sanna Svarvadal (KÍ), Evelin Mastropasqua (07 Vestur)

 

Álop: Jensa Tórolvsdóttir (Víkingur), Heidi Sevdal (NSÍ), Livyan Silva (B36)

 

##ms##