Her er dreymabólkurin hjá Rógva

Mest skorandi leikarin á føroyska fótbóltslandsliðnum nakrantíð setur her navn á sín dreymabólk, og eisini sín marrubólk.

Sunnudagin verður lutakast til komandi EM Undankappingina.

Lutakastið fer fram í Nice í Fraklandi.

 

Á in.fo fara vit at gera eitt sindur burturúr í samband við lutakastið.

 

Vit hava samrøður við ymiskar persónar í føroyska fótbóltsheiminum, har teir seta navn á sín dreymabólk og sín marrubólk.

 

Fyrsti persónurin, ið setur navn á teir báðar bólkarnar, er fyrrverandi landsliðshetjan, Rógvi Jacobsen.

 

Rógvi Jacobsen spældi 53 landsdystir fyri Føroyar, har hann skoraði 10 mál. Hann er tí mest skorandi leikari á føroyska fótbóltslandsliðnum nakrantíð.

 

Rógvi bleiv serliga kendur tá hann skoraði í báðum dystunum móti Italia, ið tá var verandi heimsmeistari. Hetta var í 2007.

 

Rógvi Jacobsen varð noyddur, orsaka av skaða, at leggja skógvarnar á hillina í 2010.

 

 

Dreymabólkurin hjá Rógva er hesin:

 

Ongland

Danmark

Noreg

Wales

Ísland

Føroyar

 

 

Hesum bólkinum ynskir Rógvi ikki at Føroyar skal enda í :

 

Russland

Kroatia

Serbia

Hvítarussland

Aserbadjan

Føroyar