Mikukvøldí Sandavági
praktikantur
Í Sandavági, uttanfyri kioskina hjá Sønrup, var Sosialurin og spurdi tey ungu hvat tey gjørdu, og hví tey stóðu har.
?Tað er einki annað tilhaldsstað í bygdini, so vit standa og fáa okkum eitt lítið prát inn ímillum. Tað er betri at standa her enn at sita heima og einki gera.
Vit spurdu um hvat tey høvdu ynskt var í bygdini ?
Kanska Pizzaria, eitt tilhaldahús, og at SÍF-húsi opnaði aftur var svarið. Hondbóltur og fótbóltur eru, men tað eru ikki øll í tíma tað.
Tó vóru ikki øll fúr Sandavági, men eisini kom onkur var úr Miðvági.
Spurt var um tey ikki gjørdu okkurt fyri tað sjálvi, ella tey bara bíðaðu til onkur annar gjørdi tað fyri tey ? Og tá hildu tey at best var at bíða.
Tá ið tunnilin letur upp, fara tit so til Havnar í dans ? vildu vit vita.
?Ja tað ætla vit okkum, kanska í biograf, at arbeiða ella okkurt annað.
Tað eru nógv fleiri møguleikar í miðstaðar økinum enn her, siga tey, men um tað fer at kosta ov nógv so verða vit verandi her heima.
Fara tit at rýma frá oynni ?
?Nei, tað ætla vit okkum ikki at gera, vóru øll nokso sikkur uppá.
Drongur, ið kom frá Miðvági, helt at í Miðvági var einki at gera, so púra einki lív í. So hann kemur til Sandavágs at hitta ungdóm her. Tey høvdu eisini hugsað sær at tað oftari var dansur her vesturi.
Fara tit ikki í dans på Bryggen ?
?Nei, tað er til tey tilkomnu. Var onkur skjótur at svara.