Her er fiskivinnunýskipanin

Samgongan hevur nú almannakunngjørt semjuna um fiskivinnunýskipanina, sum skal leggjast fyri løgtingið. Skrivið, ið samgongan sendi út er soljóðandi:

 

Eftir at uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan varð lagt fram alment og sent til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, er samgongan samd um at gera hesar tillagingar, broytingar og nágreiningar í uppskotinum:

 

 

1.Atgongdatfiskaogútboð:

 

Skipanin verður gjørd einfaldari:

-     Av kvotunum í 2018 til føroysk skip av uppsjóvarfiski (makreli, norðhavssild og svartkjafti) og av botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða 25% boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, meðan 75% verða atgongd hjá teimum, sum eru í vinnu.

-     Hetta býtið er galdandi, tá ið kvoturnar eru ájavnt ella undir kvotunum í 2018.

-     Tá ið kvoturnar vaksa upp um tað, ið tær eru í 2018, verður tann økti parturin av kvotunum boðin út sum stutttíðarloyvi, ella Løgtingið ger av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi.

-     Fyri norðhavssild verða atlit tikin at, at kvotuparturin hjá Føroyum er søguliga høgur, og ein lutfalsligur partur verður settur av til royndir og menningarkvotur.

-     Fyri botnfisk undir Føroyum, onnur fiskirættindi og nýtt tilfeingi, verður skipanin við útboði og atgongd sum í uppskotinum.

 

 

2.Tilfeingisgjald:

-     Tilfeingisgjald verður sett á tað, ið ikki er í útboði, sum tryggjar, at tey, ið hava atgongd at fiska, gjalda tilfeingisrentuna til landið.

 

 

 

3.Mørkfyrimiðsavning(antitrust):

-     Markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu hava atgongd til av savnaðu føroysku fiskirættindunum, verður sett til 17,5%.

-     Harafturat verður antitrustmark sett fyri hesar tríggjar høvuðsfiskiskapir: -   Uppsjóvarfisk: 20%.

-     Botnfisk undir Føroyum: 20%. -      Fiskiskap á fjarleiðum: 20%.

-     Antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi.

 

 

4.Uppboðssølaavveiddumfiski:

-     20% av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir. Skipanin skal eftirmetast árliga.

 

 

 

5.Royndar-ogmenningarkvotur:

-     Partur av føroysku fiskirættindunum verða settar av til royndar- og menningarkvotur.

-     Treytirnar fyri hesum verða lýstar nágreiniliga, alment og gjøgnumskygt og fevna um atlit til virðisøking og til at menna økir í landinum vinnuliga.

 

 

 

6.KvotuskipanfyribotnfiskundirFøroyum:

-     Kvotur verða ásettar fyri tosk, hýsu og upsa sambært uppskotinum.

-     Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, ið varð fiskað seinasta fiskiár. -  Tá ið stovnsmetingar og umsitingarætlanir eru gjørdar, skulu tær fylgjast.

-     Tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur eru so rættvísar sum gjørligt í mun til tey vinnurekandi, at atlit verða tikin at serligum umstøðum, og at tillagingin kann fara fram smidliga.

 

 

7.Staðfestingar:

-     Aðrar meginreglur vera sum í uppskotinum og ætlanum fyri nýskipanina, harundir: - Ásetingar um stovnsrøkt og umsitingarætlanir.

-     Ásetingar um manningarviðurskifti, har sáttmálarnir hjá føroyskum manningarfeløgum skulu fylgjast, manning skal gjalda skatt í Føroyum og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

-     Ásetingar um útlendskan ognarskap, ið skal minkast burtur eftir fýra árum.

-     Ásetingar um, at alt av fiskinum skal takast til lands við eini tillagingartíð á 4 ár. -  Ásetingar um 8- ára gildistíð á loyvum við árligari eftirmeting.

-     Ásetingar um brúksskyldu, krøv um at landa fisk í Føroyum v.m.

 

 

 

8.Eftirlitognágreiningar:

-     Eftirlitið – bæði á sjógvi og á landi verður styrkt munandi – harundir við allari landing bæði innlendis og uttanlands og við útblaking á sjógvi.

-     Møguligt góðskueftirlit verður knýtt saman við hesum.

-     Fyri veiði, ið er uttanfyri kvotu, og sum skal avreiðast, verður tryggjað, at manningin hevur fyrimun av at taka alla veiði til lands.

-     Krøvini verða styrkt um, at til tess at taka lut og bjóða seg fram, skal ein hava búð og goldið skatt í Føroyum í ávíst tíðarskeið.

-     Nágreiningar verða gjørdar, ið skulu forða fyri møguligum proformaskipanum við skipum og manning.

Lógaruppskotið verður nú tillagað og eftirkannað sambært hesi semju og lagt fyri Løgtingið í komandi viku.