Her er fyrsta keypið hjá Van Gaal

Manchester United er í holt við at keypa úr Atletico Madrid

Spanskir miðlar skriva í dag, at Louis van Gaal, nýggjur venjari hjá Manchester United, hevur gjørt sítt fyrsta keyp í nýggja felagnum. Talan er um brasilska miðverjan hjá Atletico Madrid, Miranda.

 

Manchester United hevur stórliga brúk fyri at styrkja sær um verjupartin, nú Rio Ferdinand og Nemanja Vidic eru givnir í felagnum. Manchester United hevði eisini eitt óvanliga vánaligt kappingarár, har teir millum annað endaðu nummar sjey í Premier League.

 

Sambært sponskum miðlum hevur Manchester United bjóðað 220 milliónir krónur upp á miðverjan, sum spældi í Champions League finaluni fyri kortum. Boðið er nokk til, at Atletico Madrid má taka av. Hetta stendur í sáttmálanum hjá brasilska miðverjanum.

 

Hóast Miranda hevur spælt ein stóran leiklut í avbera góða kappingarárinum hjá Atletico Madrid, sum vann La Liga og kom í Champions League finaluna, so er hann ikki úttikin til brasilska landsliðið til HM endaspælið.